Terji Nielsen
(VESTMANNA) Tá ið vestmenningar tóku lut í Europa Cup í 1984 móti russisku meistarunum, CSKA Moskva, var ein av leikarunum á liðnum Palli Joensen. Í dag er Palli skúlastjóri í Vestmanna, og hann er eisini pápi at einum av leikarunum hjá VÍF, nevnliga vongin John Zachariassen.
Vónirnar eru góðar
Palli sigur, at hann heldur vestmenningar kunnu hava góðar vónir til dystirnar um vikuskifti. Fyri tað fyrsta eru finnar ikki so frammalaga í hondbólti, sum so nógvar aðrar norðurlendskar tjóðir, og haraftrat heldur hann, at breiddin í hópinum hjá VÍF er so stór sum ongantíð áður. Einasta staðið, har vestmenningar ikki hava dupultmanning, er á strikuni, men har heldur Palli, at Petur Frank Joensen hevur staðið seg stak væl í venjingardystunum, sum liðið hevur leikt higartil.
Eftir at hava sæð fleiri av venjingardystunum hjá VÍF, eru vónirnar hjá Palli ikki vorðnar verri, tí hann heldur liðið hevur sýnt stak góðan hondbólt í hesum dystum. Serliga hevur hann lagt til merkis, at leikararnir hava spælt við stórum hugflogi, og haraftrat hava skjótálopini verið góð og neyv. Palli heldur eisini, at venjingardystirnir hava víst eina góða rútmu í spælinum hjá vestmeningum, sum ikki er vanlig so tíðliga á árinum.
Somuleiðis heldur Palli, at venjingarlegan í Íslandi hevur havt stóran týdning fyri liðið, tí tað er einasti veruliga máti hjá teimum at fáa roynt seg í dysti undan Europa Cup.
Eitt, sum Palli heldur kann fáa stóran týdning í dystunum ímóti finnum, er, at liðið í ár hevur so nógvar royndir frá altjóða dystum. So at siga allir leikararnir hava roynt seg í Europa Cup áður, og fleiri hava eisini roynt seg á ymiskum landsliðum.
VÍF møtt nógvum sterkum liðum
Tað er ikki sørt, at vestmenningar hava møtt nógvum sterkum liðum í europeiskum kappingum. Palli minnist aftur á, at teir hava leikt ímóti týsku, norsku, svensku og russisku meistarunum. Serliga minnist hann væl, tá ið teir møttu russiska liðnum, CSKA Moskva.
- Vit høvdu meldað okkum til í kappingina fyri steypavinnarar, tí at vit altíð trektu so sterk lið, tá ið vit vóru við fyri meistarar, og væntaðu tískil, at vit á henda hátt ikki fingu so ovurhonds sterkt mótstøðulið. Eg minnist týðuliga, at Heðin Winther Olsen, táverandi formaður í VÍF, ringdi til mín og segði: Palli, veitst tú hvønn vit hava trekt ? og so var ein long pausa ? vit hava trekt CSKA Moskva. So tá gav tá ordiliga bakslag at royna at spæla smartur, heldur Palli fyri.
Annars heldur Palli, at hondbólturin í Føroyum í dag er blivin nógv skjótari, enn hann var fyrr, men hann heldur ikki, at tann taktiski parturin er mentur nakað serligt seinastu árini. Tað tekniska er eisini ment nógv, sigur Palli, og hetta heldur hann serliga stavar frá teimum mongu útlendsku venjarunum, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini.
Sjálvur sigur hann, at tað ikki er sørt, at hugurin til venijng framvegis er har, men hetta hevur hann ikki tíð til, tí starvið sum skúlastjóri í Vestmanna tekur ov nógv tíð, so einki yvirskot er til hondbóltin, sigur Palli Joensen at enda.