Mest spennandi uppgerðin hesa ferð var á graslíkinum á Svangaskarði, har fuglfirðingar vitjaðu og telvaðust við heimaliðið um næstfremsta plássið og harvið møguleikan at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini. Heimaliðið vann, og harvið bendir nógv á, at B68, ið ikki hevur verið so sannførandi í kappingini, sum tað kanska kundi havt verið roknað við undan kappingarbyrjan, fer at vinna silvur, men royndirnar vísa, at einki skal takast fyri givið í lægru deildunum, har tað á summum liðum eru nógvar skiftingar í mansskapi frá umfari og til umfar.
Sandoyingar hava framvegis ein møguleika at blanda seg upp í stríðið um heiðursmerkini, men um tað skal eydnast, so skulu teir vinna, tá teir komandi sunnudag fara at spæla í Fuglafirði.
Í botninum var tað merkisvert, at HB vann so stórt móti TB. Havnarmenninir eru framvegis væl aftast, men tað eru framvegis tólv stig at spæla um. B36 vann sannførandi, og um tvær vikur verður ivaleyst greitt, at teir hava endurvunnið plássið í 2. deild, sum teir klossaðu burtur í fjør. Nógvu málini á útivølli móti B71 øktu eisini um sannlíki fyri, at teir fara at røkka teimum hundrað málunum, sum teir hava sett sær sum mál.
Hóast 1. deild hevur frí komandi vikuskifti, tí tað verður landsdystur, so fer tað sunnudagin at verða spælt bæði í 2. og 3. deild.
VB?KÍ 2?1 (1?1)
Talan var um tætta uppgerð í góðum líkindum. Eitt gott korter var farið, tá Jógvan Páll Krosslá setti hol á fyri heimaliðið, sum hesa ferð hevði betri manning, enn teir høvdu í Fuglafirði næstsíðst. Eftir 33 minuttir javnaði KÍ, og enn eina ferð var Jón Simonsen málskjútti. Í 2. hálvleiki kom bara eitt mál. Finnbogi Olsen, sum ivaleyst er besti málverjin í 3. deild, helt tætt, meðan heimaliðið fekk ein bólt ígjøgnum hjá Óla Poulsen í KÍ málinum. 57 minuttir vóru farnir, tá Jón Gærdbo skoraði.
Sigurin hevði við sær, at VB hoppaði av níggjunda og upp á sætta plássið. Tað er framvegis møguleiki fyri, at bæði KÍ og VB kunnu koma í niðurflytingarvanda, men skal hetta gerast veruleiki, so skal gangast illa tey síðstu fýra umførini.
HB?TB 12?3 (4?1)
Undan summarsteðginum kom tað ikki fyri, at eykamenninir í 1. deild hjá HB, sum ikki komu inn, hjálptu til í 3. deild. Nú sær tað út til, at hetta er broytt. Súni Fríði Johannesen, sum hevur verið skaddur, og sum ikki fekk pláss í álopinum hjá HB móti sumbingum, fekk dystarvenjing í 3. deild. Kanska hevur toppskjúttin hjá HB í fjør saknað rákan av at skjóta nógv mál í ár. Tað man neyvan kennast á sama hátt at skora í 3. sum at skora í 1. deild, men fyri ein máltjóv man tað altíð kennast væl at skora. Hesa kensluna hevði Súni Fríði Johannesen sjey ferðir sunnudagin, og harvið slerdi hann hóast ússaliga avrikið hjá HB móti Sumba í 1. deild fast, at tað er stórur munur á at vera ein lítið vandur tvørámaður á næstbesta liðnum hjá teimum, og ein væl vandur 1. deildarspælari hjá HB.
Venjarin hjá TB, Egil Steintórsson, er ein gamal málrevur. Onkuntíð hevur hann verið betri fyri, enn hann er nú, men máltevinum bilar einki. Egil legði TB á odda, tá níggju minuttir vóru farnir, og hann minkaði um munin til 4?2, tá 2. hálvleikur var fimm minuttir gamal, men TB kundi einki gera við Súna Fríða, sum frá 85. og til 88. minutt skoraði trý av teimum sjey málunum.
GÍ?FS Vágar 5?1 (2?0)
Eingin ivi var um, at heimaliðið var betri fyri. Tað er ikki so langt síðani, at vágamenn høvdu trý lið í 1. og 2. deild, men nú tykist næstbesta liðið hjá teimum, sum spælir í 3. deild, fyri ein stóran part at vera manna við monnum, ið venja millum lítið og einki.
Osbjørn Jacobsen setti hol á, tá ellivu minuttir vóru farnir, og tá Hans Pauli Petersen, sum er ein av ungu monnunum, ið tað hevur verið roknað við fór at gera um seg í 1. deild (lítla venjingin í ár hevur gjørt, at hetta er óhugsandi) sjey minuttir seinni økti, lá í luftini, at GÍ fór at vinna stórt.
Men FS Vágar minkaði um munin tíðliga í 2. hálvleiki, og teir trýstu eina løtu fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, og tá GÍ, sum neyt gott av Magna Jacobsen og Alva Justinussen, ið høvdu sitið á beinkinum í 1. deild, økti til 3?1, var alt avgjørt. Síðsta málið skoraði Kristian Werlo upp á brotsspark, tá tað restaðu tríggir minuttir. Tólv minuttir undan leikloki var hann fyri fyrstu ferð skiftur inn á liðið hjá GÍ.
B71?B36 2?7 (1?4)
Kanska var tað eitt lítið sindur spennandi at vita, um B36 eftir ósigurin á heimavølli móti B68 aftur fór at snáva, og tá Allan Simonsen (hesa ferð var hann næstan eins vandamikil frammanfyri málinum sum meiri kendi navnabróðurin var í síni tíð!) heilt tíðliga legði heimaliðið framum, kundi tað sæð soleiðis út.
Men B36 fótaði sær skjótt, og eftir at Piddi Johansen við beinleiðis frísparki úr vinstru og í handara síðunetið hevði javnað, var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna.
Millum málskjúttarnar hjá B36 var miðverjin Herbert í Lon Jacobsen, sum hevði sitið á beinkinum í 1. deild. Tað hevði Carl H. Høgnesen eisini gjørt, og saman við øllum hinum evnaríku, ungu monnunum hjá B36, sum bíða eftir møguleikanum á besta liðnum, vóru teir sannførandi.
B68?ÍF 3?1 (2?0)
Líkindini á graslíkisvøllinum vóru ikki so góð, sum tey frammanundan høvdu verið á grasvøllinum á Svangaskarði. B68 hevði fitta lotið undan fyrra umfarið. Tá vóru teir eitt sindur omaná, og tað eydnaðist at fáa tvey mál. Men í báðum førunum hjálpti verjan hjá ÍF væl til.
Hálvur tími var farin, tá verjan hjá ÍF, í staðin fyri at lata langan bólt frá B68 fara inn til málverjan, royndi at temja og draga framvið álopsmanni. Hetta seinna miseydnaðist, og frísparkið dygst uttanvert brotsteigin sendi liðformaðurin hjá B68, Oddmar Andreasen, sum dugir tað mesta við einum bólti, rundanum manngarðin og í málið aftanfyri Emil Toftegaard.
Stutt eftir misti ÍF í vinstru verjusíðu, toftamaðurin smeyg sær móti brotsteiginum, og tá hann varð feldur, metti dómarin, at brotið varð gjørt innanfyri strikuna, og Oddmar Andreasen sendi brotssparkið í netið.
ÍF minkaði um munin á tímanum, tá Jógvan Arnfinn Jacobsen, sum í 1. hálvleiki hevði verið í verjuni, umsetti innlegg úr høgru til mál. Og so kendu fuglfirðingar, sum saknaðu fleiri spælarar, ið vóru fluttir upp í 1. deild, at teir høvdu fingið um endan. Men teir punkteraðu orduliga, tá Janus Petersen miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk seinna gula kortið, og stutt undan leikloki slerdi Jákup Olsen, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, heimasigurin fastan.