Sum væntað kom nýggja strekkið á Hvítanesvegnum at roynast vandaleið.
Á vegnum er ikki pláss fyri súkklum og bilum samstundis og er hetta, sum vera man, sera vandamikið fyri tann súkklandi.
Í viðtalu við Dimmalætting 8/10-1997 segði landsverkfrøðingurin, at eingin súkklaði longur, og var hetta orsøkin til, at einki bleiv gjørt fyri at geva súkklunum pláss á vegnum!!
Í Degi og Viku 16/10-1997 var Hvítanesvegurin til viðgerðar, hvar landsverkfrøðingurin og løgreglan søgdu sína hugsan um vegagerðina. Av viðgerðini skiltist heilt greitt, at tá vegurin varð liðugur, kundi eingin koyra skjótari enn 40 km. um tíman. Landsverkfrøðingurin segði eisini uppá fyrispurning nakað soleiðis: Eingin koyrir ordiliga skjótt longur. Tá var orsøkin bert tann einkla, at arbeitt varð á vegnum, bæði við fólki og maskinum, og tí kundi eingin koyra skjótt har.
Síðani vegurin varð liðugur, hevur tað víst seg, at hesum pástandinum var einki hald í, tí her kann koyrast ovurhonds skjótt, og tað verður tað eisini ofta gjørt, men nú er tað bara meira vandamikið, av tí at vegurin er so trongur, og hallini í bogunum ganga skeiva vegin. At koyrt verður skjótt, prógva tær higartil hendu bilvanlukkurnar, við stórum materiellum skaðum. Eg vil eisini meta, at skeivu hallini í bogunum eiga stóran lut í teimum skaðunum hendir eru, so her hevur landsverkfrøðingurin lagt ein fótongul fyri ferðsluna.
Súkklararnir illa fyri
Aftur til súkklurnar sum - hóast pástandin hjá landsverkfrøðinginum - eru nógvar í tali, serliga nú um summarið, tá nógvir útlendskir súkklarar leita sær hendan vegin. Eg síggi at kalla dagliga, hvussu tær verða kroystar, serliga av teimum stóru bilunum.
Sjálvur havi eg havt tvær sera óhugnaligar upplivingar sum súkklari. Tann fyrra var 9. juni í ár, tá tann stóri býbussurin yvirhálaði meg, beint sum eg var komin um ta næstu oynna sunnanífrá. Hann fór sjálvsagt inn á miðleingina, men fyri ikki at rena á oynna frammanfyri snarar hann knappliga inn fyri meg aftur, við tí úrsliti, at hann kroystur meg inn at gongubreytakantinum. Tað stóra bakhjólið nærum slokti eftir lærinum á mær, og um eg ikki fall av inn á gongubreytina, var eg fastur í tí.
So gott sum somu hending var eg út fyri 23. í h.m., tá ein bussur hjá Bygdaleiðum yvirhálaði meg á sama staði.
Hvat sigur løgreglan
Eg metti hesar hendingarnar so mikið álvarsligar, at eg vendi mær til løgregluna um tær. Har fekk eg at vita, at teir kundu einki gera við ein slíkan óbrúkiligan veg, tí landsferðslunevndin og landsverkfrøðingurin standa fyri vegunum. Hesir stovnar eru kendir fyri at svara fólki aftur, so hagar nyttar helst einki at venda sær. Her hevði ein løgtingsins umboðsmaður helst verið tann rætti at vent sær til.
Góð ráð
Frá ferðslukønum manni, sum av og á eisini súkklar eftir Hvítanesvegnum, fekk eg tey ráðini, at einasta trygdin tann súkklandi hevur, er at vera so mikið langt úti á vegnum, at stóru bilarnir ikki fáa yvirhálað hann. Við bussvíkiplássini kann súkklarin fara til viks og sleppa stóru bilinum framvið, og so gera á sama hátt fyri restina av strekkinum.
Eg meti hesi ráðini so góð fyri trygdina hjá tí súkklandi, at eg við hesum latið tey víðari.
Skomm
Fyrr var eitt vanligt hugtak, ið nevndist skomm, sera fyribyrgjandi, at framdar vórðu skeivar gerðir. Eg haldi, at landsverkfrøðingsstovnurin mátti kent skomm av hesum vegastrekkinum, serliga tá havt verður í huga, at ein góð súkklubreyt kundi fingist hvørjumegin við vegin, burtur úr tí um fýra metur breiða økinum, teir nýttu til eina moldrúgvu á niðaru síðu á vegnum.
Í omanfyri nevnda Degi og Viku 16/10-97 mundi landsverkfrøðingurin ikki føla seg so heilt tryggan við støðuna, tí segði hann eisini: Tað er altíð loyvt at koma afturumaftur, og um ein metir seg at hava gjørt ein feil, rættar ein hann.
Vónandi tekur stovnurin nú í egnan barm og ger nakað munagott við hesa vandaleiðina, áðrenn fólkaskaði hendir.
Hoyvík 31. august 1999
Mortan Winther Poulsen