1. manslið hjá Kyndli hevur fingið danskan málverja á liðið.
25-ára gamli Lars Winther fer í vetur at verja Kyndlamálið, og málverjin, sum hevur verið við til at spæla besta mansliðið hjá Viborg upp gjøgnum deildirnar, heldur tað verða eina spennandi uppgávu, sum hann hevur fingið.
? Hetta verður nakað heilt nýtt fyri meg, og eg gleði meg til hesa stóru avbjóðing, sigur hann við Ítróttar-Sosialin.
Lars Winther hevur hondverkaraútbúgving, og tað er ætlanin, at hann skal brúka hana, meðan hann er í Føroyum ? bæði í málinum og í gerandisarbeiði...
Málmanstrupulleikar
Orsøkin til, at Kyndil hevur fingið sær hendur á donskum málverja er, at teir málverjarnir, sum spældu á besta liðnum í fjør, ikki eru tøkir í løtuni. Annar hevur skift felag, og hin spælir fótbólt langt út á heystið.
? Vit komu av tilvild í samband við hendan málverjan. Hann var og vandi við okkum fyri tveimum vikum síðani, og nú er tað so avgjørt, at hann skal spæla við okkum í vetur, sigur Ellindur Egilstrøð, formaður í Kyndli.
Ein partur av málmanstrupulleikan hjá Kyndli kemst av, at Hans á Lag ger nógv við fótbóltin. Tí kann Kyndil ikki rokna við honum fyrr enn fótbóltskappingin er av í oktober mánaði.
? Gongdin næstu árini fer at verða, at spælarar ikki fara at hava møguleikan at verða toppspælarar í bæði hondbólti og fótbólti, teir verða noyddir at velja, tí báðar kappinginar gerast longri og harðari, sigur formaðurin í Kyndli.
Harðari kapping
í Viborg
Lars Winther er tann seinasti av gamla liðnum í Viborg, sum nú skiftir til annað felag.
Hetta liðið spældi eftir fáum árum Viborg úr Danmarksseriuni og heilt upp í meistaradeildina, har felagið nú spælir. Kvinnurnar í Viborg hava nátt stórum úrslitum, bæði í heimligu kappingini og í Europa-Cup, men í jútska býnum droyma tey um eitt enn sterkari manslið eisini.
? Viborg hevur júst keypt ein nýggjan málverja, og tað hevði gjørt tað enn truplari hjá mær at sloppið at spælt á besta liðnum. Tí er tíðin komin til eina nýggja avbjóðing, sigur Lars Winther.
Enn hevur Lars Winther bert vant nakrar fáa ferðir við Kyndli, og tí dugir hann ikki at meta um styrkina hjá liðnum.
? Men eg dugi at síggja, at har eru fleiri rættiliga góðir spælarar við á liðnum, sigur hann.