Dystirnir í morgin og mikudagin fara at geva ein ábending um, hvat av londunum fer at seta seg á næstfremsta plássið í bólki 9 ? okkara bólki. Hetta plássið kann geva atgongd í EM-endaspælinum í ár 2000.
Kappingin um plássið aftanfyri Kekkia er sera hørð, og í løtuni kunnu øll londini uttan Føroyar enda næstfremst.
Skotar liggja í løtuni á hesum plássi, men bæði Bosnia og Litava hava somuleiðis 8 stig, meðan Estland hevur 7 stig. Og skotar sleppa rættiliga at stríðast fyri plássinum, tí teir hava tveir útidystir komandi vikuna.
Meðan føroyingar fara at takast við Estland á Tórsvølli, fer Skotland at spæla truplan dyst móti Bosnia í Sarajevo.
Rómurin á Kosevo Stadium í Sarajevo kann verða øðiligur, og tað er væntandi, at øll tey 35.000 plássinum kring vøllin verða seld til stórdystin.
Íbúgvarnir í Sarajevo bera enn uppá minnini frá krígnum, sum leikaði í frá 1992 til 1995. Tá føroyska landsliðið í fjør spældi EM-dyst í júst Sarajevo var eitt sindur av fýrverki á leikvøllinum undan dystinum. Tá visti eitt av starvsfólkunum á einum hotelli nærindis at siga, at tvær edlri kvinnur høvdu tveitt seg skerflatar á gongubreytini uttanfyri hotelið, tá tær hoyrdu skotini frá meinaleysa fýrverkinum.
Klárur at flýggja úr Sarajevo
Men tað verður hvørki fýrverk ella skotbardagar, sum fara at fáa skotska miðvallaran Barry Ferguson at flýggja úr Sarajevo. Men harafturímóti er hann til reiðar at gera skjótt av, um boð koma heiman úr Skotlandi, har kona hansara skal eiga ein av næstu døgunum.
Hann hevur fingið loyvi at fara heim, um tað skuldi hent, at barnið, sum sambært skotskum fjølmiðlum fer at koma til verðina eina ferð eftir dystin hjá Skotlandi í næstu viku, ikki hevur hug at bíða eftir røttu løtuni.
Barry Ferguson spælir dagliga við Rangers, og hann hevur bert spælt ein landsdyst higartil. Skotski landsliðsvenjarin, Craig Brown, hevur tó sagt, at hann heldur tað verða óskiljandi, at hesi evnaríki spælarin ikki hevur spælt fleiri landsdystir, og tað skuldi verið góð ábending um, at Ferguson kann vænta sær fleiri dystir í framtíðini.
Litava fyrst móti Kekkia
Tá skotar hava spælt í Sarajevo flúgva teir til Talinn, har teir skulu spæla móti okkara mótstøðuliðið í morgin, Estlandi.
Litava, sum kemur til Føroya at spæla eftir vikuskiftið, fer í morgin at spæla móti oddaliðnum í bólkinum, Kekkia.
Hóast Kekkia í onkrum dystum ? sum tí í Føroyum ? júst hevur klárað at vinna, hevur liðið fult stigatal, og tað verður mett sum rættiliga sannlíkt, at teir taka øll stigini við sær úr Litava.
Seinasti dysturin í hesum umfarium varður í Prag, har Bosnia fer at spæla móti Kekkia.
Bosiska liðið, sum hevur skift venjara mitt undir hesi undankappingini, ætlar sær at spæla fyri møguleikanum móti Skotlandi og Kekkia, og teir halda seg verða nóg góðar til at vinna móti Skotlandi í morgin.