var eisini ítróttarstjórin í danska badmintonsambandinum, Finn Trærup-Hansen, við í Føroyum. Hann hevur ábyrgd av allari venjing av donskum badmintonspælarum, og fyrr hevur hann verið landsliðsvenjari [...] úrvalsítróttarfólki at hava í huga. – Ja, skal eg nevna eitt fram um nakað annað, so er tað, at tú mást alla tíðina hava motovatiónina venda ímóti tí næsta, tú skalt røkka í menningini. Tað er neyðugt við [...] lgongd, har tú alla tíðina hugsar um næsta stigið og so aftur næsta stigið. Tá er umráðandi, at tú ikki setir tær mál, ið liggja ov langt frá tær, men heldur stutt mál, ið tú veitst, at tú kanst røkka
játtan Hon vísti á, at nú hevur felagið, sum í dag eitur Heilsuhjálparafelag Føroya, ikki longur eina játtan fyri seg. - Hinvegin er játtanin felags fyri alt økið, og hetta hevur merkt arbeiðið nógv hesi [...] broytt. Í sínari tíð varð størri dentur lagdur á tey meira húsligu tingini, men nú snýr okkara arbeiði seg í nógv størri mun um persónliga røkt. Føðingardagurin Á aðalfundinum segði hon, at felagið í samband [...] formaður felagsins, Ása Olsen, eitt sindur aftur í søguna. - Øll árini heilt frá 1985, tá ið felagið leigaði hølir á Háskúlavegnum og til núverandi nevnd tók við í 1996, var skrivstovan bert opin ein seinnapart
næstan hvar sum helst í verðini, fyri at vísa at tú dugir at brúka teldu. Tí teldukoyrikortið er eitt altjóða viðurkent prógv um, at tú hevur skil fyri, hvussu ein telda virkar og at tú dugir at brúka tey [...] hjá Føroya Banka í Suðuroynni nakrar reglur afturat søguni, tí tey eru tey fyrstu, sum hava tikið hetta koyrikortið í Suðuroynni. Síðani í heyst hava tey gingið á skeið, 96 skúlatímar í alt, og tey hava [...] komnir næstan í helvt og verða lidnir um ársskiftið. Handilsskúlin sigur, at enn eru nøkur plás eftir til fólk, sum hava hug at taka seinna part av skeiðnum. Altjóða viðurkent Teldukoyrikortið er í sjey pørtum
nakað ringt. Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevur seinastu árini skrivað tíðargreinar um frælsishugtakið. Tað seinasta var í september í fjør, tá hann bar fram, at frælsi er eitt tvíeggjað svørð [...] sigur hann. Robin Hood Miðdepilin í liberalistisku hugsjónini er frælsi hins einstaka. Frælsið hjá familjunum ella frælsið hjá tí priva. Frælsi merkir í grundini, at tú kann útinna tín egna vilja. Sámal [...] n og skoytir uppí: - Sostatt merkir høgi skatturin í samfelagnum yvirskipað sæð, at frælsi verður tikið frá teimum ríku, men givið teimum fátøku – í besta Robin Hood stíli. Frælsið verður so at siga útjavnað
Hann er føddur 13. november í 1913 og er sostatt farin um tey níti. Aldur sæst næstan ikki á, og tá ið tú nærkast hugnaligu húsunum, sært tú heldur ikki nakað tekin um aldurdóm. Í túninum stendur ein myrkur [...] kunnu hava ilt við at koyra bil. - Men hetta hevur ongantíð bilað hjá mær, og kanska er tað tí, at soleiðis hevur tað altíð verið. Søren sigur, at hann hevur sæð rættiliga væl við høgra eyga, tó at hann fekk [...] koyri eg inn í Brotið ella til onkran annan handil í økinum. Eingin avmarking er í koyrikortinum hjá honum, og tí kunnu Søren og konan koyra, hvar tey vilja. - Men eg koyri næstan bara her í økinum. Eg kundi
alt Evropa og í Amerika. Eisini er hann sloppin framat í tjóðleikhúsinum í London. Martin McDonagh hevur latið sjey leikir úr hondum, og fleiri teirra hava verið virðislønarverdir. Níggju leikarar eru við [...] Tað er Jenny C. Petersen. Hon hevur arbeitt innan sjónleik í Noregi í eini tíggju ár og hevur tískil tær neyðugu royndirnar. [...] okkurt nýtt, og so hevur tú ikki funnið útav tí hóast alt, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri um leikin. - Eg gangi ikki til sjónleik. Tí skrivi eg leikir, sum eg kundi hugsa mær at sæð, um eg gekk til sjónleik
Severin er ein vísur maður, hevur lisið skipssøgu og hevur nógvar royndir av ferðum. Eg havi bara verið við á sjóferðunum, eg haldi hann hevur gjørt 12 ella 13 sjóferðir, sum hann hevur skrivað um, sigur Tróndur [...] so vítt eisini, burtur sæð frá tí, at vit hava motor í bátinum. Tað er einasti munurin, tí grindadrápið hjá okkum er ikki broytt søguliga. Hvat leggur tú teg eftir at tekna? ? Í høvuðsheitum skal eg d [...] vita, hvat man skal í holt við. Nógvir av hvalunum eru undir vatnskorpuni. Tí snýr tað seg um eina kenslu fyri tí, ið gongur fyri seg. Veitst tú ikki, hvussu ein hvalur sær út, hevur tú ongan møguleika at
meira enn nakar annar var tann dysturin, sum vit ikki hava ráð at tapa í ár. Soleiðis er tó ofta, tá tú ert stórur favorittur. Tá tú so kemur til ein slíkan dyst, ganga øll bara og snakka um at vinna, og [...] tað vera uppiborið, at tað í dag var StÍF, sum gjørdist vinnari dystinum. - Soleiðis sum vit spældu í dag, so haldi eg, at teir høvdu sigurin uppibornan. Teir spæla sera væl í álopinum, og tað vigar upp [...] dent á, at vit hava altso einki vunnið, fyrr enn dysturin er liðugt leiktur, men í dag riggaði tað bara ikki hjá okkum. Tá sæð verður burtur frá fyrstu løtuni av dystinum, fáa vit ongantíð rættiligt glið á
Í opnum brævi til Lærarafelagið hevur ein bólkur av lærarum sett fram fyrispurning viðvíkjandi nýggja sáttmálanum, sum nevndin hevur teknað. Hóast sáttmálin varð samtyktur á aðalfundi, halda ungu lærararnir [...] at nevndin hevur gjørt sítt arbeiði til lítar. - Fyrispurningurin snýr seg um sjálvan sáttmálan, sum er gjørdur við LÍV. Sáttmálin er ikki komin út til limirnar, og man hevur als ikki sæð sáttmálan, hvat [...] um sáttmálan, sigur Magnus Tausen. Í fyrispurninginum verður spurt um sáttmálin er undirskrivaður, og um so er, hvør hevur skrivað undir, og nær hann verður settur í gildi. Enn er ikki greitt, um nevndin
hugna, kreativiteti og alski til tað at skapa nakað. Inni í stovuni kanst tú bert staðfesta varhugan tú fekk úti fyri dyr. Á veggunun hanga í hópatali av egnum verkum hennara. Og á køksborðinum liggja [...] áðrenn hon flutti longur niðan í bygdina. - Hesa myndina eri eg ógvuliga væl nøgd við. Ikki minst tí, at hon júst hevur tað elementið í sær, sum eg royni at fáa við í hvørja einastu mynd - henda hugnan [...] als ikki at koma inn á matrikul hennara her ovarlaga í bygdini, fyri at staðfesta, at her býr ein virkin og fjølbroytt listakvinna. Úti í túni standa í hópatali av figurum og øðrum prýðislutum, sum skapa