Glyvrar: Tær nýtist als ikki at koma inn á matrikul hennara her ovarlaga í bygdini, fyri at staðfesta, at her býr ein virkin og fjølbroytt listakvinna.
Úti í túni standa í hópatali av figurum og øðrum prýðislutum, sum skapa eina kenslu av hugna, kreativiteti og alski til tað at skapa nakað.
Inni í stovuni kanst tú bert staðfesta varhugan tú fekk úti fyri dyr. Á veggunun hanga í hópatali av egnum verkum hennara. Og á køksborðinum liggja fleiri lutir, sum eitt av úrslit av skapanarhuginum hjá Gunvá.
Hon er í ferð við at fyrireika seg til Mentanarvikuna í komandi viku. Í Piddasa handli skal hon vísa fram nakað av tí, sum hon elskar at gera: Málningar, hondarbeiði av alskyns slagi, góðgæti og pløgg í hópatali.
- Eg veit ikki. Eg havi ikki ordiliga havt nakrar planir um at stilla út. Tað er líkasum, at eg eri ikki ordiliga tilfrids við at stilla út. Eg haldi, at eg dugi for illa, sigur hon spakmælt.
Hetta kann kanska ljóðað sum ein lítillátin umbering frá eini evnaríkari og hugagóðari listakvinnu. Men henda støðutakanin er ikki tikin úr leysum lofti. Tað var júst hetta evnið, sum listamálarin og ein undirvísari hennara, Sámal Toftenes úr Leirvík einaferð tosaði við hana um.
Hann spurdi Gunvá, um hon málaði nógv. Hon svaraði skjótt aftur, at tað gjørdi hon, men at hon ikki var nøgd við nakað av tí sum hon gjørdi.
- Og veitst tú, hvat hann svaraði? Jú, hann segði: “Jamen, so ert tú á rættari leið”! Hasi orðini havi eg ongatíð gloymt.
Nissur
Tann kreativi parturin hjá Gunvá hevur vist altíð verið til staðar. Longu sum smágenta hevði hon hug at skapa ymiskt.
- Eg hevði ein hungur eftir at kunna gera ymiskt, men tá vóru pengarnir ikki til tað. Har vóru ongar farvur, men ein sat bert við einum blýanti og skavaðist við at tekna dukke-lisir.
- Tíbetur hevur trongdin at skapa nakað bara ment seg gjøgnum árini. Samstundis hevur møguleiki verið at kunna keypa tilfar og fáa brúkt tað. Tí eri eg altíð í sving við okkurt, sigur Gunvá við einum brosi.
Tað ljóðar kanska løgið, men ein sannroynd er tað, at tað var í roynd og veru meðan heim hennara var fult av børnum, at hon so smátt byrjaði at menna skapanarevni síni.
- Eg plagdi at taka stokkarnar fram, meðan vit ótu morgunmat. Og soleiðis vant tað - bókstaviliga sæð - bara meiri og meiri uppá seg.
- Serliga væl dámdi mær at binda nissur. Ja, eg hesa tíðina bant eg eitt nissupar fyri og annað eftir. Og taðvejden, um eg ikki helt fram, aftaná at tey vóru farin í skúla, sigur Gunvá, ið kemur frá eini familju við kreativum evnum.
Tann eina listagreinin leiddi víðari til ta næstu, og soleiðis kann ein ikki lýsa hana øðrvísi enn eina sera fjølbroytta listakvinnu.
Heitt og hugnaligt
Hesa seinastu tíðina hevur hon arbeitt við tveimum málningum, sum skulu sýnast fram á Mentanarvikuni.
Hóast hon hevur málað eitt ótal av málningum, er ikki trupult hjá henni at finna nóg nógv myndaevni. Tey flestu myndevnini eru beint uttanfyri dyrnar.
Í samling hennara finnast myndir úr Tjørnuvík, við Gjógv og ein heldur øðrvísi mynd úr Múla, har ein sær eini sethús í myrkri, og sum bert verða lýst upp av einum billyktum.
- Mær dámar øgiliga væl at mála hús, bygningar og landsløg, og onkutíð eisini okkurt abstrakt, greiðir Gunvá frá, og vísir til myndina “Fjósið og hoyggjhúsið við Stein”.
Hetta er ein mynd sum er tikin beint við sethúsini á Glyvrum, har hon og familjan búðu, áðrenn hon flutti longur niðan í bygdina.
- Hesa myndina eri eg ógvuliga væl nøgd við. Ikki minst tí, at hon júst hevur tað elementið í sær, sum eg royni at fáa við í hvørja einastu mynd - henda hugnan og friðin, sum teir serstøku og heitu litirnir skapa.
Eitt kick
Nógv listafólk liva av list síni, men so langt er Gunvá ikki komin enn. Hon hevur í mong ár havt eitt minni vaskiarbeiði á politistøðini í Runavík.
Hinvegin verða ikki øll verk hennara seld, millum annað nógv av teim handaligu arbeiðunum.
- Eg eri soleiðis innrætað, at tá eg siti og bindi, fái eg so gott av tí sjálv inni í sálini. Tað løgna er, at tá eg so eri liðug við eitt plagg, so kann eg gott leggja so lítið í tað, at eg bara gevi tað til onkran.
- Tað er hetta, at kunna skapa nakað sum hevur mín áhuga, vísir Gunvá á. At tað er so, kunnu bæði døtur og ommudøtur hennara skriva undir uppá.
Úr hondum hennara eru komin nógv sera snøgg pløgg. Hetta hongur eisini saman við ynski hennara, um at hava høga góðsku.
Ella sum hon sjálvur sigur tað: - Eg ynski veruliga, at tað sum eg lati úr hondum, og tað sum eg sýni fram, skal geva fólki “eitt kick”.
- Hetta “kick’ið” kann vera ein vakur kjóli ella ein vøkur taska, har tey siga “åh, sum tað er pent”. Tað er mítt hægsta ynski.
Klokkan 5
- Nær er máli? Tja, tað er ein góður spurningur, sigur Gunvá við einum ídnum bráði.
Hon kann gott vakna mitt um náttina - til dømis klokkan 5 - og fara upp at mála, tí øll útgerðin stendur frammi og klár at brúka. Tað er kortini ikki alt sum kann brúkast.
- Nei, eg havi málað nógvar svakar myndir, sum bara eg havi sæð, men sum síðani eru koyrdar vekk ella málaðar útyvir.
- Tja, eg veit ikki. Kanska hevði eg blivið berømt, um eg hevði sýnt tær fram.
Bill er so jaglaður til
Myndevnini eru løtt at finna, men hvussu fær Gunnvá íblástur til at vera so virkin ein listakvinna? Jú, hesin íblásturin kemur í mangar mátar umvegis tónleikin.
- Eg havi altíð góðan tónleik afturvið, tá eg máli, slær hon fast. Tað eru ikki sangirnir hjá soninum Bill (Justinussen, blðm.), sum eg lurti eftir. Teir sangirnir eru so jaglaðir til, skal eg siga tær. Tað besta mær dámar, tað er sóritt relaxed og hugnaligt.
Henni dámar best tann friðarliga tónleikin. Henda friðin finnur hon í tí klassiska tónleikinum.
Serliga fegin er hon um fløguna “Við løkin” sum Jóannes S. Hansen gav út í fjør við klavertónleiki.
- Hon er sera hugnalig, skal eg siga tær.
FJÓSIÐ
- Mær dámar sera væl at mála bygningar og landsløg, sigur Gunvá Justinussen. Her stendur hon frammanfyri eitt fjós og eitt hoyggjhús við Stein á Glyvrum. Myndin hevur ikki óvæntað heitið “Fjósið og hoyggjhúsið við Stein”










