Hann er føddur 13. november í 1913 og er sostatt farin um tey níti. Aldur sæst næstan ikki á, og tá ið tú nærkast hugnaligu húsunum, sært tú heldur ikki nakað tekin um aldurdóm. Í túninum stendur ein myrkur Mazda 626 við automatiskum gearum og powerstýring. Ein bilur, sum mangur unglingi kundi hugsað sær.
Sosialurin er stokkin inn á gólvið hjá Søreni og Signu í Rytuvík til prát.
Hann er 90 ár, og hon verður 86, tá ið hon fyllir næstu ferð. Í mun til høga aldurin, bera tey bæði seg ógvuliga væl, og tað er hugnaligt at sessast við teimum hinumegin borðið til ein góðan og sterkan te-munn í hugnaligu stovuni.
Eitt gott eyga
Hóast høga aldurin, hevur Søren ikki sett bilin enn.
- Nú eg eri komin so langt upp í árini, noyðist eg at endurnýggja mítt koyrikort á hvørjum ári. Tað havi eg verið noyddur til seinastu árini. Sýnsroyndin, sum læknin tekur, er avgerandi fyri, um eg sleppi at endurnýggja kortið, og higartil hevur hetta bara gingið væl.
Søren sigur, at heilt síðan hann var óviti, hevur hann so at siga bara sæð við øðrum eyganum.
- Eg síggi ljós við vinstra eyga ? og ríkiliga tað, og eg síggi fólk, sum ganga eftir gólvinum. Soleiðis hevur vinstra eygað altíð verið. Mamma mín segði, at tað einasta, henni kundi koma til hugs, sum kundi hava ávirkað eygað, var, at eg var ógvuliga ringur av kykhosta. Hon helt, at tað kanska kundi hava gingið út yvir eyguni.
Hann sigur seg ofta hava hoyrt, at fólk, sum lítið og einki
síggja við øðrum eyganum, síggja skeivt og tískil kunnu hava ilt við at koyra bil.
- Men hetta hevur ongantíð bilað hjá mær, og kanska er tað tí, at soleiðis hevur tað altíð verið.
Søren sigur, at hann hevur sæð rættiliga væl við høgra
eyga, tó at hann fekk brillur sum umleið 40 ára gamalur.
- Eg havi soleiðis altíð tikið sýnsroyndina við brillum, og tað hevur higartil ikki verið nakar trupulleiki, sigur hann.
Eingin avmarking
Tað er skjótt eitt ár síðan, at Søren endurnýggjaði sítt koyrikort seinast.
- Nú er aldurin vorðin so høgur, at torført er at siga, hvussu verður við sýnsroyndini næstuferð, men eg kenni meg væl, og mær dámar framvegis væl at koyra bil.
Søren og konan eru altíð saman, bæði heima og úti.
- Vit fara til handils saman, og tá koyri eg inn í Brotið ella til onkran annan handil í økinum.
Eingin avmarking er í koyrikortinum hjá honum, og tí kunnu Søren og konan koyra, hvar tey vilja.
- Men eg koyri næstan bara her í økinum. Eg kundi saktans koyrt til Havnar, men tá hevði eg helst verið noyddur at hvílt meg eitt sindur á vegnum, tí orkan er jú ikki, sum hon var fyrr. Eg møðist eitt sindur skjótari. Fara vit til Havnar, kemur altíð onkur við okkum. Hinvegin hugsi eg slett ikki um troyttleika, tá ið eg koyri ímillum her í økinum, sigur hann.
Bara Mazda-bilar
Søren tók koyrikort til bil, tá ið hann var 57 ára gamal, men fyri ta tíð hevði hann motorsúklu.
- Eg havi havt Mazda-bil øll árini, eg havi koyrt, og tað havi eg framvegis. Mær dámar hesar bilarnar ógvuliga væl, og satt at siga kenni eg einki til aðrar bilar. So, eg dugi ikki at meta um, hvussu teir eru í mun til hesar.
Søren sigur, at hann hevur bara havt ein Mazda-bil, sum honum ikki dámdi.
- Eg haldi, at hesin bilurin, sum annars var nýggjur, virkaði so óstúttur. Eg skifti hann um og fekk eitt annað modell, sum mær aftur dámdi ógvuliga væl. Hetta var sum aftur at seta seg í eina dýnu, sum hann tekur til.
Sum vit nevndu í byrjanini, hevur Søren seinastu árini koyrt við automatiskum gearum.
- Tað var av tilvild, at eg keypti bil við automatiskum gearum, tí teir høvdu ongan annan av slagnum, sum eg skuldi keypa. Eg vandi meg skjótt við hetta, og mær dámar hendan bilin og sjálvvirkandi gearini ógvuliga væl, sigur hann.
Trygg í bilinum
Søren sigur, at konan, Signa, hevur ongantíð havt koyrikort, men tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki.
- Eg og konan eru altíð saman, bæði heima og úti, og tá ið vit fara til handils ella at vitja fólk, eru vit eisini altíð saman. Í bilinum kenni eg meg fullkomiliga tryggan, og eg haldi, at konan framvegis hevur stórt álit á mær sum bilførara, sigur Søren.
Hann minnist aftur á ein dagin, hann fyri mongum árum síðan stóð á Vaglinum í Havn og eygleiddi ferðsluna.
- Hetta var áðrenn, eg hevði tikið koyrikortið. Eg hugsaði við mær, at her er so nógv ferðsla, at hetta fer ongantíð at ganga. Men so hugsaði eg við mær sjálvum, at eg siti bara í tí eina bilinum.
Søren er sannførdur um, at skulu vit fáa eina trygga ferðslu í Føroyum, noyðist hvør einstakur bilførari at ansa væl eftir, bæði sær sjálvum og øðrum.
- Hetta er ógvuliga umráðandi, bæði hjá teimum ungu í ferðsluni og hjá okkum gomlu, tí tú reagerar ikki líka skjótt, tá ið tú gerst gamalur. Ti er eisini neyðugt at ansa so mikið betur eftir øllum sum fyriferst á vegnum, sigur hann.
Álopin í Íslandi
Søren hevur livað eitt langt lív, og enn eru bæði hann og konan rættiliga byrg.
Sum blaðungur fór hann til skips og var sjómaður, til hann legðist uppi og fór at smíða. Hann fekst við timburarbeiði, til hann legði frá sær fyri aldur.
Ein maður, sum hevur siglt øll síni bestu ár ? og sum sigldi øll stríðsárini, hevur upplivað eitt sindur at hvørjum.
Tað hevur Søren so sanniliga eisini.
Hann var eitt nú við sluppini, William Martin, tá ið hon varð álopin av týskum flogfari undir Íslandi.
- Vit lógu uttarliga á Nesgrunninum, tá ið eitt týskt flogfar kom innan av landinum og byrjaði at skjóta eftir okkum. Tað fleyg yvir okkum nakrar ferðir og skjeyt við kúlum sum eksploderaðu.
Søren sigur, at umborð á Williami Martin høvdu teir riflu og eina maskinbyrsu til verju, sum teir royndu at verja seg við.
- Eg var ein av teimum, ið skjeyt eftir týska flogfarinum, sum at enda rýmdi. Sama dag hoyrdu vit um eitt flogfar, sum datt niður í Grimsoyarsundinum, og vit halda, at hetta var flogfarið, sum var yvir okkum.
Hann sigur, at nógv hol komu á skipið, sum var gjøgnum skotið í vatnganginum og aðrastaðni.
- Ein oyndfirðingur, sum var við okkum, fekk skaða av týska álopinum. Hann var staddur niðri í lugarinum, afturi við kabússuna, og fekk nógvar splintur í kroppin, tá ið kúlurnar hjá flogfarinum raktu skeilettið og eksploderaðu.
Søren sigur, at amerikansk herskip, sum vóru har á leiðini, komu teimum til hjálpar og fluttu særda oyndfirðingin til Reykjavíkar.
- Skipið lak nokso illa, og vit noyddust inn á Seyðisfjørðin at bøta. Tá ið bøtt varð um skaðarnar, fóru vit beina leið heim til Føroya, sigur hann.
Høgur aldur
Søren ber seg ógvuliga væl, og meðan vit sita við væl dekkaða borðið í Rytuvík, spyrja vit hann, hvør uppskriftin er uppá at blíva so gamal og kortini vera so væl fyri, sum hann er.
- Tað er sjálvandi ilt at siga, men eitt er vist; eingin doyr av at arbeiða fysiskt arbeiði.
Søren roykti sum yngri, men nú eru mong, mong ár síðan, at hann slapp av við sigarettina.
- Eg haldi ikki, tað er gott fyri nakað at roykja. Men ert tú fyrst byrjaður, kann vera ringt at sleppa av aftur við sigarettina, um viljin ikki er nóg sterkur. Eg royndi tvær ferðir. Fyrru ferðina gekk ikki, men seinnu ferðina var tað eingin trupulleiki.
Spurdur, um hann hevur ansað eftir, hvat hann hevur etið, sigur Søren J. Lamhauge, at tað hevur hann slett ikki.
- Eg havi etið alt, sum er komið á borðið, eisini feitt, sigur hesin ógvuliga fryntligi maðurin.
Hinumegin borðið situr konan, Signa við einum blíðum og vinarligum smíli, meðan maðurin fortelur ? og við endan av borðinum situr ein av døtrum teirra, sum syrgir fyri, at te-koppurin er fullur alla tíðina.
Á trappuni taka vit mynd av teimum báðum gomlu, og síðan fara Søren og eg yvir til Mazda-bilin, sum stendur í túninum.
- Jú, hetta er ein deiligur bilur, sigur hann í øllum regninum, sum er hesa løtuna.
Løtu seinni situr hann aftur við borðið, saman við konu síni.
Og tá ið keypast skal inn, fara tey bæði enn ein biltúr.