Aðalfundur
Tað var tann 26. mai 1979, at Heimahjálparafelag Føroya helt stovnandi aðalfund. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia, har 60 fólk vóru møtt til tess at leggja lunnar undir felagið.
- Tá ið tú lesur gerðarbøkur felagsins frá farnum tíðum, er ikki ov nógv, um sagt verður, at alt er nógv broytt hesi 25 árini.
Á aðalfundi leygardagin, tók formaður felagsins, Ása Olsen, eitt sindur aftur í søguna.
- Øll árini heilt frá 1985, tá ið felagið leigaði hølir á Háskúlavegnum og til núverandi nevnd tók við í 1996, var skrivstovan bert opin ein seinnapart um vikuna.
Ein játtan
Hon vísti á, at nú hevur felagið, sum í dag eitur Heilsuhjálparafelag Føroya, ikki longur eina játtan fyri seg.
- Hinvegin er játtanin felags fyri alt økið, og hetta hevur merkt arbeiðið nógv hesi árini.
Ása segði, at tá ið sparast skal, er tað altíð fyrst hjá hennara limum, at spariknívurin rakar.
- Sjálvt arbeiði hjá okkum er eisini nógv broytt. Í sínari tíð varð størri dentur lagdur á tey meira húsligu tingini, men nú snýr okkara arbeiði seg í nógv størri mun um persónliga røkt.
Føðingardagurin
Á aðalfundinum segði hon, at felagið í samband við føðingardagin hevur latið gera eina nál, sum flestu limir hava fingið høvi at ognað sær á limafundum, ið verið hava kring landið
- Men hví lata gera eina nál, spurdi hon? Og Ása svaraði sjálv:
- Jú, vit meta, at henda nálin er við til at markera okkum. Tá ið fólk síggja okkum við nálini, vita tey, at vit hava eina fakliga vitan.
Og Ása helt fram:
- Vit eru ikki bara heima-og heilsuhjálparar, men vit eru tann parturin av heimarøktini, ið er úti, har brúkarin er. Tí kunnu vit ikki umverast.
Rindur standur
Hon vísti á, at ein leiðari kann umverast.
- Vit hava sæð nógvar innan okkara øki koma og fara. Men fara vit til hús, verður ringur standur, legði Ása Olsen, formaður í Heilsuhjálparafelag Føroya, dent á.