Gríma aftur til brots

Niðri á gamla meiðarínum rokast tey við at leggja seinastu hond á sjónleikin Krypilin úr Inishmaan. Eisini er skráin løgd fyri næsta leikárið fram til næsta summar, og nógv spennandi verður at gleða seg til

7. oktober ber til at seta seg væl til rættis á Meiarínum fyri at síggja nýggja leikin, sum Gríma hevur sett upp. Krypilin úr Inishmaan er ein kendur leikur, sum er skrivaður av 30 ára gamla Martin McDonagh. Hann er úr Onglandi, men av írskari ætt. Leikurin hevur verið vístur um alt Evropa og í Amerika. Eisini er hann sloppin framat í tjóðleikhúsinum í London. Martin McDonagh hevur latið sjey leikir úr hondum, og fleiri teirra hava verið virðislønarverdir.

Níggju leikarar eru við. Seks teirra eru limir í leikbólkinum Grímu, meðan hinir tríggir eru læntir áhugaleikarar. Leikararnir Ria Tórgarð, Birita Mohr, Egi Dam, Hans Tórgarð, Kristina Hansen og Páll Danielsen eru úr Grímu. Umframt tey eru Hallur Hjalgrímsson úr Havn, Jógvan Salomon Joensen úr Gøtu og Adelborg Linklett úr Klaksvík eisini við.

Leikstjóri er Eyðun Johannesen, sum er komin heim til Føroyar fyri at vera. Umframt at leikstjórna leikinum tekur hann sær eisini av pallmyndini.

Leikurin fer fram í 1934, tá eitt lið at filmssjónleikarum kemur til lítla oyggjasamfelagið Aran vestanfyri Írland. Alt er á gosi av hesi forkunnugu vitjan. Leikurin rúmar beinrakið skemt, men er samstundis ein grípandi søga um foreldraleysa krypilin, sum býr hjá tveimum gomlum gentum. Leikurin er valdur, tí hann hevur bæði gaman og álvara.

- Leikurin minnir um tað føroyska veðurlagið, og hann broytist, sum ljósið broytist. Hann er bygdur upp sum eitt slag av eini kriminalsøgu. Beint sum áskoðarin heldur seg hava funnið útav tí, hendir okkurt nýtt, og so hevur tú ikki funnið útav tí hóast alt, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri um leikin.

- Eg gangi ikki til sjónleik. Tí skrivi eg leikir, sum eg kundi hugsa mær at sæð, um eg gekk til sjónleik, sigur maðurin aftanfyri leikin Martin McDonagh.

Umframt henda leikin, er ein annar leikur á skránni hetta leikárið. Miðskeiðis í mars mánaði næsta ár verður leikurin hjá Jóanesi Nielsen frumsýndur. "Eitur nakað land Week-end?" er heitið á leikinum. Leikritið vann leikritakappingina, sum Leikpallur Føroya skipaði fyri.

Teir á Meiarínum lótu ikki boðini sita á sær, men fingu hendur á leikinum og avgjørdu, at hann var verdur at seta upp.

- Hesin leikurin vísir nakrar síður, sum vit ikki hava sæð í skaldskapinum hjá Jóanesi fyrr, men tað er tó enn tann sami Jóanes, sigur Eyðun Johannesen, sum eisini skal leikstjórna tann leikin.

Leikararnir verða Egi Dam, Kristina Hansen, Birita Mohr, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð. Stamen Stanchev fer at skriva nýggjan tónleik til leikin.


Jørgen-Frantz og Poul F

Umframt teir báðar stóru leikirnar verður nógv annað virksemi á Meiarínum, sum skal stytta fólki um tey longu vetrarkvøldini.

Tveir teir seinastu mánaðirnar í hesum árinum verður skipað fyri kvøldsetum fyri vaksnum á Gamla Meiarínum. Hetta eru frásøgukvøldini, sum næstan er vorðin fastur táttur. Í sambandi við at 100 ár eru síðani, at Jørgin-Frantz Jacobsen varð borin í heim, verður hansara skaldskapur eitt av evnunum. Eisini verður nomið við Poul F, og Birita Mohr og Hanus Johansen fara at lesa nakað av hansara skaldskapi.

Annars verður Nobelvinnarin Dario Fo eisini á skránni saman við frásagnum úr Havnini.

Umframt hetta eru tey so smátt farin undir at fyrireika eina jólakabarett, og Café-kvøld við upplestri, leikbrotum og tónleiki verða eisini á skránni í vetur. Av Gamla Meiarínum verður sagt, at hetta er eitt stað, sum er komið fyri at vera. Hetta er triðja árið, at Gríma húsast á Meiarínum.

Ein fastur fyrisitari er nú eisini settur í starv. Tað er Jenny C. Petersen. Hon hevur arbeitt innan sjónleik í Noregi í eini tíggju ár og hevur tískil tær neyðugu royndirnar.