Steypafinalan
Tað var ein vónbrotin VÍF venjari, sum eftir mansfinaluna skuldi royna at geva eitt svar uppá, hví hansara lið endaði sum tapari av dystinum.
- Tað er sjálvandi ótrúliga keðiligt, at vit skuldu tapa júst hendan dystin, ið meira enn nakar annar var tann dysturin, sum vit ikki hava ráð at tapa í ár. Soleiðis er tó ofta, tá tú ert stórur favorittur. Tá tú so kemur til ein slíkan dyst, ganga øll bara og snakka um at vinna, og so hendir tað øvugta.
- Vit hava annars arbeitt rættiliga nógv við dystinum, og ferð eftir ferð hava vit lagt dent á, at vit hava altso einki vunnið, fyrr enn dysturin er liðugt leiktur, men í dag riggaði tað bara ikki hjá okkum. Tá sæð verður burtur frá fyrstu løtuni av dystinum, fáa vit ongantíð rættiligt glið á spælið, so tað var alla tíðna sera torført.
Uppiborið
Øllum kunnugt, so hevur kappingarárið higartil hjá VÍF annars veirð ein dansur á rósum, har liðið er farið frá sigri til sigurs. Spurdur, um hetta saman við góðu byrjanini í finaluni var eitt slag av kodda hjá vestmenningum, svarar Hjalmar, at tað kann væl vera.
- At fáa eina góða byrjan, nýtist jú als ikki at vera nakar fyrimunur í slíkum dysti. Tað kann viðføra, at tú meira ella minni sovnar, og hendir tað, er sera torført at fáa ferð aftur á spælið.
Hóast hann sostatt kki var nøgdir avið avrikið frá sínum liði, so vildi Hjalmar tó ikki taka nakað frá strandingunum.
- Nei, tað er einki at ivast í, at teir spæla ein fínan dyst. Trupulleikin er bara, at tað haldi eg ikki, at vit gjørdu. Vit brenna alt ov nógvar stórar møguleikar, og harafturat fáa vit ongantíð verjna hjá okkum rigga, sum hon skal.
Eitt, sum í stóran mun var við til at avgra dystin, var eisini, at tað eydnaðist somikið væl hjá StÍF at taka Inga Olsen burtur úr spælinum. Hetta var tó ikki nakað, sum átti at komið óvart á vestmenningarnar, tí tað er so avgjørt nakað, sum teir áður hava verið fyri.
- Tað eru vit sum so altíð fyrireikaðir uppá. Vanliga hevur tað eisini verið so, at aðrir hava megnað at tikið yvir, soleiðis at Ingi aftur verður sleptur, men tað hendi ongantíð í dag, og tí halda teir sjálvandi fast við mansverjuna.
At enda spurdu vit Hjalmar, hvørt hann helt tað vera uppiborið, at tað í dag var StÍF, sum gjørdist vinnari dystinum.
- Soleiðis sum vit spældu í dag, so haldi eg, at teir høvdu sigurin uppibornan. Teir spæla sera væl í álopinum, og tað vigar upp fyri, at verjuspælið kanska ikki gekk so væl hjá teimum. Vit koma jú til eina rúgvu av møguleikum, men tíverri brenna vit alt ov nógvar møguleikar. Jóhan stendur sjálvandi væl, men í nógvum førum skjóta vit beint á hann.
- Serliga haldi eg, at venjarin hjá teimum spældi ein góðan dyst. Vit fáa ongantíð rættiliga fatur á honum, og tá vit so eina tíð royna at taka hann úr spælinum, megna teir kortini at spæla seg ígjøgnum verjuna.
- So alt í alt haldi eg sigurin hjá teimum var uppiborin, segði Hjalmar Klein Olsen, áðrenn hann endaði samrøðuna við at ynskja mótstøðumonnunum tillukku við sigrinum.