Badminton
Tað var vorðið sum fongur, Ítróttarsambandið og Badmintonsambandið gjørdu, tá tað eydnaðist at fáa fyrrverandi donsku badmintonstjørnuna, Poul-Erik Høyer Larsen, at koma til Føroya í farnu viku. Hóskvøldið hevði hann fyrilestur fyri úrvalsítróttarfólkum og øðrum áhugaðum í Skálanum í Norðurlandahúsinum, og harumframt vandi hann eisini við fleiri av okkara bestu badmintonspælarum.
Í fyrilestrinum hóskvøldið greiddi Poul-Erik millum annað frá, at tað krevur miðvísa venjing í minst 10.000 tímar fyri at gerast eitt framúrskarandi ítróttarfólk, ið kann bjóða teimum bestu í heiminum av. – Tað er meira enn tveir tímar um vikuna, kann eg lova tykkum, segði hann millum annað.
Saman við Poul-Erik Høyer Larsen var eisini ítróttarstjórin í danska badmintonsambandinum, Finn Trærup-Hansen, við í Føroyum. Hann hevur ábyrgd av allari venjing av donskum badmintonspælarum, og fyrr hevur hann verið landsliðsvenjari hjá bæði Danmark, Australia og Ongland. Hann útdjúpaði hetta við teimum 10.000 venjingartímunum soleiðis:
– Ein danskur badmintonspælari er 24 og eitt hálvt ár, áðrenn hann er komin upp á 10.000 venjingartímar. Kinesisku badmintonspælararnir hava vant í 10.000 tímar, tá teir eru 19 ára gamlir, men longu, tá kinesiski spælarin er 22 ár, eru fleiri 19 ára gamlir spælarar komnir fram, ið eru uppaftur betri. Hetta er munurin á asiatiskum og europeiskum ítróttarhugburði, segði Finn Trærup-Hansen.
Ovurstóra virðing
Tá teir báðir vóru við til venjing í Badmintonhøllini í Havn fríggjakvøldið, var stuttligt at síggja glógvandi eygunum í føroysku spælarunum – bæði teimum yngstu og teimum eldru. At her vóru tveir menn, ið veruliga høvdu nakað at læra frá sær, og at spælararnir veruliga vildu taka til sín, var eyðsæð.
Ikki minst var tað stuttligt at eygleiða innasta vøllin í høllini, har spælararnir fingu góð ráð frá Poul-Erik Høyer Larsen sjálvum. Tað vísti seg, at tá nýggir spælarar komu til, høvdu teir so stóra virðing, at teir næstan ikki tordu at sláa bóltin yvir um netið, men eftir lítlari løtu var alt meira róligt – ikki minst, tí gamli meistarin dugdi væl at fáa spælararnar at kenna seg væl.
– Jú, eg legði til merkis, at hesi ungu líka skuldu venja seg við, at tað var eg, sum stóð hinu megin netið. Men tá vit so komu í gongd, haldi eg, at vit øll høvdu tað stuttligt, og tað er eisini tað, ið er so umráðandi. Eg haldi, at spælararnir lurtaðu væl eftir og gjørdu, sum eg bað teir, segði Poul-Erik eftir venjingina, tá vit fingu orðið á hann til eitt stutt prát.
Sjálvur spælir hann slett ikki badminton longur, og heldur einki av børnum hansara hevur tann stóra hugin til ketsjaran og fjaðurbóltin, so tað er ikki á hvørjum degi, at hann er í gongd í tveir til tríggjar tímar, sum hann var tað fríggjakvøldið. Aftaná ásannaði hann eisini, at hann føldi tað á rygginum, at nú hevði hann verið longur í gongd, enn hann hevði verið tað leingi.
– Men eg vóni, at eg kann hava givið tykkara spælarum íblástur. Eisini vóni eg, at eg havi givið teimum innlit í, hvat tað merkir, at tú líka tekur tað allarsíðsta lítla við, sum kann gera avgerandi munin, segði 44 ára gamli dámligi danskarin, meðan hann turkaði sveittan av pannuni eftir lokna venjing.
Vil fegin hjálpa
Tað skiltist á øllum brøgdum, at Poul-Erik Høyer Larsen var væl kunnaður um, hvar føroyskt badminton er í dag, og millum annað kom hann sjálvur inn á Oyggjaleikirnar í Álandi í fjørsummar, sum gjørdust eitt slag av einum gjøgnumbroti hjá føroyskum badminton, tá tað eydnaðist at vinna trý gullmerki, eitt silvurmerki og eitt bronsumerki, sum er nógv frægasta føroyska úrtøkan nakrantíð á Oyggjaleikunum.
– Hetta prógvar, at tit eru á rættari leið og hava framgongd, og eg havi sjálvur upplivað hesar dagarnar, at tit hava gávaðar og evnaríkar spælarar, sum bæði kropsliga og tekniskt eru sera væl við. Sjálvandi fáa tit illa sammett tykkum við Danmark, men kanska tit kunnu sammeta tykkum við Ísland, sum í fleiri ár hevur staðið seg rættiliga væl, segði hann.
– Eg vóni, at vit koma at síggja ein føroyskan spælara á europeiskum úrvalsstigi, og eg haldi, at tit hava potentiali til tað, hóast tit bara eru 48.000 fólk her. Við tí fólkagrundarlagi, tit hava í Føroyum, stendur sera væl til við góðum badmintonspælarum.
Sjálvur var Poul-Erik Høyer Larsen úrvalsítróttarfólk í mong ár, men hann sigur, at hann var í tí hepnu støðu, at Danmark sum oftast stóð seg so mikið væl, at fleiri danskir spælarar við til tær stóru kappingarnar. Tað kendist ikki so einsligt, sum tað annars kann gera, tí tey hildu væl saman og bygdu upp ein góðan liðanda sínamillum.
– Ein føroyskur toppspælari skal sjálvandi ikki rokna við, at hann hevur eitt heilt lið aftur at sær, men tá kundi tað verið uppgávan hjá okkum øðrum, eitt nú Danmark og Íslandi, at slúsa føroyingin inn í ein góðan felagsskap, sum hann veruliga kendi seg sum part av, sigur hann.
– Nú hava vit so verið her og sæð, hvussu tit hava tað, so vit kenna til tykkara umstøður. Kemur ein føroyskur spælari so langt, at hann røkkur europeisku elituna, vilja vit fegin rætta eina hjálpandi hond. Tað hevði verið deiligt, tí – sum sagt – so hava tit potentali til at røkka longur fram á leið, sigur hann
Seta sær smá mál
Áðrenn Poul-Erik Høyer Larsen slapp at rinda møðina eftir langa venjingarkvøldið, vildu vit hava hann at taka eitt burtur úr rúgvuni av tingum, sum hann heldur vera serliga avgerandi hjá einum úrvalsítróttarfólki at hava í huga.
– Ja, skal eg nevna eitt fram um nakað annað, so er tað, at tú mást alla tíðina hava motovatiónina venda ímóti tí næsta, tú skalt røkka í menningini. Tað er neyðugt við einari menningartilgongd, har tú alla tíðina hugsar um næsta stigið og so aftur næsta stigið. Tá er umráðandi, at tú ikki setir tær mál, ið liggja ov langt frá tær, men heldur stutt mál, ið tú veitst, at tú kanst røkka, sigur hann, áðrenn hann hevur hug at leggja eitt aftrat:
– Tað er, at tú eisini alla tíðina mást syrgja fyri, at tú varðveitir tína egnu persónligheit. Tað hevur eisini sera stóran týdning.










