- Frælsi er eitt hugtak, sum fevnir víða. Eg skilji vanliga hugtakið sum møguleikar at útinna sín egna vilja, hóast tað sjálvsagt eru nógvar aðrar fatanir. Tað er sum við so nógvum øðrum. Frælsi er gott til eitt vist, men verður tað yvirdrivið, verður tað til nakað ringt.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevur seinastu árini skrivað tíðargreinar um frælsishugtakið. Tað seinasta var í september í fjør, tá hann bar fram, at frælsi er eitt tvíeggjað svørð.
- Tað er næstan altíð soleiðis, at frælsi fyri nøkur merkir ófrælsi fyri onnur. Verður frælsið víðkað ein veg, verður frælsið ofta skert ein annan veg, sigur hann.
Robin Hood
Miðdepilin í liberalistisku hugsjónini er frælsi hins einstaka. Frælsið hjá familjunum ella frælsið hjá tí priva. Frælsi merkir í grundini, at tú kann útinna tín egna vilja. Sámal Matras Kristiansen vísir á, at liberalisman vil helst ikki, at tað skulu vera ov nógvar lógir, ið forða einstaklinginum at gera, sum hann vil. Ferðahámarkið er dømi um, hvussu frælsið verður skert hjá einstaklinginum at koyra so skjótt, hann hevur hug til. Skattur og avgjøld eru onnur dømi um, hvussu frælsið hjá einstaklinginum verður skert. Tess fleiri pengar verða tiknir frá einstaklinginum, tess færri pengar kunnu brúkast til at fremja sín egna vilja. Pengarnar verða heldur brúktir út frá einum kollektivum, demokratiskum vilja – tað vit rópa “tað almenna.”
Hetta merkir, at onnur fáa meiri frælsi, enn tey annars høvdu havt. Í einum samfelagi við lítlum stati vilja tað júst vera handilsfólk, vinnulívsfólk og onnur rík, ið hava bestan møguleika at útinna sín vilja. Tey, ið lítið og einki eiga, eru hinvegin tvingað til at arbeiða fyri onnur fyri at tjena nóg mikið til at liva eitt virðiligt lív. Um ikki vildu tey verið noydd at stolið, rænt ella biddað í støðugum vanda fyri einari uppaftur ógvusligari frælsistøku sum fongsling.
- Høgi skatturin merkir hinvegin, at ráð er at veita borgarunum góðar vælferðartænastur, so hann fær færri eginútreiðlsur. Við at staturin fremur nøkur kollektiv val fyri borgararnar, fáa tey fátøku møguleikar til at fáa ókeypis ágóðar. Sostatt kunnu hesi brúka sínar fáu pengar til onnur ting, og harvið hava tey fingið fleiri valmøguleikar og harvið meira frælsi. Umframt hetta fíggjar skatturin eina rúgvu av almennum størvum, ið kunnu tryggja fólki stabilari inntøkur enn um tey bara dúvaðu upp á teir privatu arbeiðsgevararnar og teirra mangan knappligu avgerðir, sigur Sámal Matras Kristiansen og skoytir uppí:
- Sostatt merkir høgi skatturin í samfelagnum yvirskipað sæð, at frælsi verður tikið frá teimum ríku, men givið teimum fátøku – í besta Robin Hood stíli. Frælsið verður so at siga útjavnað.
Religiónin
Trúarfrælsi er vanliga, har fólkaræðið er. Sum einstaklingur hevur tú rætt at biðja til tann gudin, tú vil, ella vera ateistur. Trúarfrælsi er eisini eitt tvíeggjað svørð. Við at velja átrúnað ber til at undirkasta seg strangar normar, sum minka um persónligu møguleikarnar í lívinum. Velur tú at vera partur av moralskt strangari samkomu, har nógv tabu og forboð eru, verður lívsførslan einføld. Tínir handlingsmøguleikar verða avmarkaðir. Oftast er tað so, at tú skal ikki drekka alkohol, hava sex uttan fyri hjúnarlag ella taka fostur. Tað er har við ikki sagt, at eitt moralskt strang lív er eitt verri lív, men tað er minni frælst.
- Ein ateistur hevur færri bond á sær enn tann fundamentalt trúgvandi. Sostatt hevur ateisturin fleiri møguleikar, tí færri forðingar eru fyri hansara lívsførslu. Ein ateistur vil tískil kenna, at í einum relativt religiøsum samfelagi sum Føroyum vilja nógv ting vera møgulig ella viðføra sera stóran sosialan kostnað. Um tú er samkyndur kann tað kosta nógv at viðganga hetta og føra tað út í lívið, vísir Sámal Matras Kristiansen á.
- At útinna sín egna vilja kann sostatt merkja, at tilveran kennist enn meira ófræls, tí hurðar latast aftur og netverk slitna. Tú kann tvíhalda um frælsi, men enda við at standa einsamallur og við færri reellum møguleikum enn áðrenn. Paradoksið er, at eitt økt prinsipielt frælsi kann enda við einum reelt minni frælsi, sigur hann.
Umvent kann tann trúgvandi, sum avnoktar ávísar – syndafullar – handlingsmøguleikar eisini kenna seg fríari, tí hann skal ikki støðugt bera ta tungu byrðu allatíð at skula taka avgerðir.
Royking er harðskapur
Øðrvísi er kortini við royking. Royking er ikki bara skaðilig, men nógv annað eisini. Avgerandi trupulleiki, tá tað verður roykt, har onnur eru til staðar, tá fremur roykjarin harðskap móti hinum.
- Í minsta lagi skal roykjarin spyrja, um tað er í lagi, at harðskapurin verður framdur. Tað er greitt, at hjá øðrum, ið roykja, kennist royking ikki sum harðskapur, men hjá nógvum ikki-roykjarum er talan um sera grovan ágang. Eg haldi, at passiv royking mótvegis børnum er ekstremt óndsinnað. Tað er so mikið skaðiligt móti børnum, at eg persónliga haldi tað er eitt slag av barnamishandling. Royking er klokkuklárt dømi um tvey frælsi, ið á ongan hátt kunnu sameinast: “royking” og “frælsi frá passivari royking”. Hesi bæði mugu snøgt sagt sundurskiljast geografiskt, tí tey kunnu ikki vera í sama rúmi, heldur Sámal Matras Kristiansen.
Frælsi er subjektivt
Hann vísir á, at frælsi kann vera mótstríðandi. Tildømis er frælsið hjá vinnulívsmanninum beinleiðis mótstríðandi við frælsið hjá arbeiðsmanninum.
Men frælsi er kortini fram um annað subjektivt.
- Frælsi er subjektivt og ymiskar lívsumstøður skapa ymiskar frælsisfatanir. Øll ynskja ikki tað sama, og harvið er tað ymiskt, hvørjir møguleikar verða uppfataðir sum frælsi. Frælsi er nær skilt við eydnusemi, men eisini eydnuhugtakið er sera subjektivt, sigur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur.
uni@sosialurin.fo