Sunnudagin fara Tróndur Patursson og sonurin Brandur til Borneo, har teir skulu á rannsóknarferð við íranum Tim Severin. Ferðin tekur ein mánaða. Borneo er ein oyggj, ið hoyrir til Indonesia. Fólk har á leiðini liva av hvalaveiði og hon fer fram sum hon altíð hevur gjørt ? uppá gamlan máta við róðrarbátum, sum hava 12 árar. Tá ið fólk síggja hval, antin frá landi ella í báti, verða teir dripnir, fyrst verður róð og so verður síðsti teinurin sigldur.
Tim Severin, Tróndur og Brandur Patursson eru við sum eygleiðarar umborð á bátinum. Severin skrivar um ferðina og ger samstundis ein dokumentarfilm, sum hann sjálvur tekur upp. Hann hevur ein myndamann við sær, sum tekur fotomyndir. Uppgávan hjá Tróndi er at gera tekningar til bókina sum Tim Severin skrivar. Brandur skal ganga til handar. Fyrstu ferð hann var við pápa sínum á rannsóknarferð var sum trý ára gamal í Persaraflógvanum.
Hvalaveiðan á oyggjunum við Indonesia er meiri enn 4000 ára gomul. Uppgávan hjá Tim Severin saman við Tróndi er at dokumentera hesa mentanina. Sami reiðskapur og somu bátar verða nýttir í dag sum tá.
? Økið er turt og gróðurin er lítil. Tí eru tey púra heft at hvalaveiðuni. Tey veiða eisini stórar skøtur, sum eru 4 metrar í breidd. Stórhvalakjøtið turka tey, sigur Tróndur Patursson.
Fastur fúsur
Tróndur Patursson hevur áður gjørt tekningar til bøkur Severins. Teir hava havt samband í meiri enn 20 ár, og hetta er sætta ferðin, teir gera saman. Fyrsta ferðin við Severin var í 1976.
Fyri tveimum árum síðani vóru teir eisini á hesum leiðum. Tá ferðaðust teir í skinnbáti eitt sindur longri eystri í Malukkunum, frá Nýgenea millum oyggjarnar inn á fastlandið. Endamálið við teirri rannsóknarferðini var at sigla somu leiðirnar, sum vóru sigldar í 18. øld við skinnbáti.
? Tim Severin er ein vísur maður, hevur lisið skipssøgu og hevur nógvar royndir av ferðum. Eg havi bara verið við á sjóferðunum, eg haldi hann hevur gjørt 12 ella 13 sjóferðir, sum hann hevur skrivað um, sigur Tróndur Patursson.
Bøkur Tim Severins selja væl, Brendan Voyage var metseljari í Onglandi og Kanada og er týdd til 20 mál. Flestu bøkur hansara eru týddar til eini 8-10 mál.
? Tann seinasta er væl seld í Avstralia og í teim eystaru londunum har á leiðini, tí tað viðkemur teimum. Bókin sum nú er í umbúna verður eisini viðkomandi har, sigur Tróndur Patursson.
? Fyri okkum føroyingar hevur tað eisini týdning, tí økið vit fara til rekur hvalaveiði soleiðis sum tey altíð hava gjørt. Og tað gera vit fyri so vítt eisini, burtur sæð frá tí, at vit hava motor í bátinum. Tað er einasti munurin, tí grindadrápið hjá okkum er ikki broytt søguliga.
Hvat leggur tú teg eftir at tekna?
? Í høvuðsheitum skal eg dokumentera tað, sum man ikki kann við einum myndatóli. Allar rannsóknarferðir á sjónum frá gamlari tíð hava havt teknarar við, bæði áðrenn myndatólið varð uppfunnið og aftaná. Tað kemur av tí, at nógvar knappligar støður koma í, sum ikki ber til at taka myndir av. Summi ting, t.d amboðini verða nógv vakrari sum tekning. Av tí at eg havi teknað flestu sjóferðirnar hjá Severin, vil hann hava meg við aftur. Fólk, serliga sjófólk, savna bøkur Severins. Og tá riggar best, at man kennir tekningarnar aftur og at tær hava viss eyðkenni.
? Tað er altíð ein fyrimunur at vita, hvat man skal í holt við. Nógvir av hvalunum eru undir vatnskorpuni. Tí snýr tað seg um eina kenslu fyri tí, ið gongur fyri seg. Veitst tú ikki, hvussu ein hvalur sær út, hevur tú ongan møguleika at mynda teir í síni heild. Tað skal eitt vant eyga til. Alt sum hevur við sjógvin at gera, krevur ein sjómann, tí teknar man ein bát við seglum, skal lítið til, áðrenn tað virkar ónatúrligt. Tað er skjótt at gera feilir og siglingarfólk, sum keypa hesar bøkurnar, síggja beinanvegin, um okkurt er skeivt, sigur Tróndur Patursson at enda.









