meginfortreytin er góð samferðsluviðurskifti millum Suðuroy og meginøkið og eitt gott undirstøðukervi í oynni sjálvari. Tunnilin milum Hovs og Øravík, sum nú fer í gerð, er mikið framstig og fer at stytta leiðirnar [...] ein sera góð íløgu, soleiðis, sum landið liggur í løtuni - ein íløga, sum kemur í evstu løtu. Nýggi Smyril er ein viðurkenning av tí serstøðu, sum Suðuroy geografiskt hevur og eitt tiltak, sum allir føroyingar [...] millum Suðuroy og meginøkið. Tað verður heilt einfalt betri at vera umborð við tað at skipið er serbygt til endamálið. Farleiðin fer at styttast við hálvum tíma til trý korter og skipið er í allar mátar
UPPTAKT Í dag fara fótbóltsspælararnir í Vági og á Tvøroyri at ganga í somu skrúðgongu. Tað fara teir í sambandi við móttøkuna av Smyrli. Øll ítróttarfólkini eru stevnd at vera við í móttøkuni. VB og TB [...] viðgjørt í feløgunum, og tí er sjálvandi eingin avgerð tikin. Men tað er ein sannroynd, at tað tær seinastu vikurnar hevur verið nógv tosað í Suðuroy um møguleikan at kasta saman í felags lið í bestu deildini [...] ferðirnar hevur vunnið. Hetta er fyrsta ferðin, at VB vitjar á Sevmýri í ár. Í áttanda umfarinum 11. mai vann TB 1-0 í Vági, og í 17. umfarinum 17. juli vann VB 5-1 á TB á Vágseiði. Myndatxt
Í tíðindaskrivi fríggjkvøldið átalar Samferðslubólkurin fyri Suðuroy harðliga, at Suðuroyggin enn einaferð verður rakt av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Tey krevja at politikarar tryggja, at henda støða [...] kemur í aftur. Bólkurin sigur at tað harmar tey almikið, at hvørja ferð eitthvørt er galið á arbeiðsmarknaðinum so skal Suðuroyggin sum tann einasta kenna svian av hesum. Politikarar fáa sítt í tíðind [...] enn einaferð er at halda okkum fyri turrasta spott við somu boðum, bert í nýggjari útgávu, ella um menn eru somikið at sær komnir í 2005, at henda ótolandi støða verður loyst endaliga. skrivar bólkurin,
aftan á ein bardaga í býnum. Hann hevði tikið kvørkratak á hin. Í gjár varð løgreglan boðsend í sambandi við húsaófrið, men eingin var tikin við á støðina í hesum máli. Av løgreglustøðini í Klaksvík siga tey [...] hevði verið hetta vikuskiftið. Tað sama var galdandi í Miðvági og í Suðuroy var heldur ikki nakað stórvegis, hetta hóast nógv tiltøk og fólk var á Tvøroyri í sambandi við, at nýggi Smyril kom til oynna.
Tvøroyri og tóku Smyrli. Her skal havast í huga, at tað búgva bara 5000 fólk í Suðuroy. Fyrst gingu hundraðtals fólk skrúðgongu av gomlu samferðsluhavnini á Drelnesi, út í nýggju Samferðsluhavnina á Krambatanga [...] aftur av Smyrli, var farið í høllina í Trongisvági, har tiltak varð alt kvøldið og í alla náttina við og tað var alt ókeypis. Av tí at veðrið var so illsligt og tað gekk so illa at fáa hekkuportrið niður [...] eygum, hvussu stórfingin hann í verleikanum er. Tað er so stórt pláss, at vit skulu ferðast fleiri ferðir, áðrenn vit finna runt, helt onkur fyri. Onkur annar helt fyri í skemti, at tað verður ikki lukkuligt
er. Tað ivast Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ikki eina løtu . Hann sigur, at í veruleikanum góðtók Starvsmannafelagið at fara niður í løn, men kortini vildi BárðurNielsen ikki góðtaka [...] skuldi baravera galdandi í eitt ár. Prísvøksturin seinastu tíðina hevur verið meiri enn 1% og tí er talan í veruleikanum um eina lønarlækking. Men vit voru sinnað at góðtaka tað í eitt ár, fyri at fáa frið [...] um í sambandi við arbeiðssteðgin, er tað, at skipini hjá Strandferðsluna. Í gjáramorgunin hevði ongin tosað við Starvsmannafelagið um at gera undantak fyri skipini hjá Strandferðsluni so at Suðuroy, Sandoy
púra samdur í, at skipini skulu í sigling aftur, sama hvussu tað verður gjørt, sigur sigur Hendrik Old. Hann sigur, at hetta er ein spurningur um at yvirliva vinnuliga og tað mugu vit taka í allarstørsta [...] annar samgongutingmaður úr Suðuroy, Johan Dahl, er púra samdur. Tað er eitt treytaleyst krav frá okkum tingmonnum í útjaðaranum, at skipini hjá Strandferðsluni fara aftur í sigling beinanvegin, sigur hann [...] Johan Dahl, báðir samgongutingmenn úr Suðuroy. Báðir siga, at tað er tað eitt ófrávíkiligt krav, at siglingin hjá Strandfersðluni verður tikin uppaftur alt fyri eitt. Og í dag verður so uppskot lagt fyri tingið
fyrilesturin í røðini á Bókasavninum í Fuglafirði mikukvøldið 19. oktober kl. 20. Tá fer Jógvan í Lon Jacobsen, adjunktur í málfrøði á Føroyamálsdeildini at halda fyrilesturin »Føroyskt í altjóðagerðini [...] arbeiðssteðgur er verða eingir fyrilestrar í Suðuroy, Sandoy og í Klaksvík. Teir fyrilestrarnir, sum verða raktir av arbeiðssteðginum, verða á skránni seinni í heyst. [...] treytað av samfelagsligari støðu í breiðari merking (inntøka, útbúgving, kyn, aldur, hvar fólk búgva og um fólk hava teldu og internet.) Jógvan í Lon Jacobsen er mag.art. í norrønari málfrøði frá Fróðskaparsetri
bæði er nevndarformaður í P/F Sandoy Seafood og P/F Delta Seafood á Tvøroyri. Ringast fyri Hann vísir á, at eingin beinleiðis farmaflutningur er av Sandoynni, men bæði úr Suðuroy og Klaksvíkini sigla skip [...] Fiskivinna - Tú fært ikki fisk í oynna- og tú fært heldur ikki fisk av aftur oynni. Eingin beinleiðis farmaflutningur er úr Sandoynni, og tí verður oyggin lutfalsliga harðari rakt enn eitt nú Suðuroyggin [...] siglingin hjá Strandfaraskipum Landsins eisini flutningin av ráfiski av meginøkinum til útjaðaran. Men í Sandoynni verður flutningurin sum nevnt raktur báðar vegir, sigur Marner Lisberg. Eingin avskiping Hann
týskvøldið kl. 21.00 í gomlu lærara íbúðini í Glyvra skúla. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri [...] 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnudag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mánaðinum opin fundur kl. 15. AA í Vági AA [...] Síðsta sunnudag í mánaðinum er opin speakarafundur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla.