Arbeiðssteðgur
Tað er fíggjarmálaráðið og landsstýrið, sum hevur alla skyldina av arbeiðssteðginum sum nú er.
Tað ivast Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ikki eina løtu .
Hann sigur, at í veruleikanum góðtók Starvsmannafelagið at fara niður í løn, men kortini vildi BárðurNielsen ikki góðtaka tað.
Vit rættu honum hondina, men hann tók hana ikki, sigur GunnleivurDalsgarð.
Semingsuppskotið gav Starvsmannafelagnum eina lønarhækking upp á 1%, men sáttmálin skuldi baravera galdandi í eitt ár.
Prísvøksturin seinastu tíðina hevur verið meiri enn 1% og tí er talan í veruleikanum um eina lønarlækking. Men vit voru sinnað at góðtaka tað í eitt ár, fyri at fáa frið á arbeiðsmarknaðinum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Men landsstýrið vrakaði semingsuppskotið og Bárður Nielsen tvíheldur framvegis um, at lønin skal ikki hækka.
Hann vil heldur ikki góðtaka ein eittárs sáttmála, tí hann metir ikki, at tað fer at geva frið á arbeiðsmarknaðinum.
Av tí at tað er Fíggjarmálaráðið, sum hevur vrakað semjuna, er ongin sáttmáli og so ber ikki til at arbeiða.
Men sostatt er tað Fíggjarmálaráðið, sum einsamalt hevur skyldina av arbeiðssteðginum og tí er tað eisini fíggjarmálaráðið , sum hevur bóltin og eigur at spæla út.
Eitt, sum nógv hevur verið tosað um í sambandi við arbeiðssteðgin, er tað, at skipini hjá Strandferðsluna.
Í gjáramorgunin hevði ongin tosað við Starvsmannafelagið um at gera undantak fyri skipini hjá Strandferðsluni so at Suðuroy, Sandoy og Norðoyggjar, ikki vórðu avbyrgd frá meginøkinum.
Vil Fíggjarmálaráðið hava partar av tí almenna virkseminum í gongd aftur, má landsstýrismaðurin venda sær til Starvsmannafelagið at vita um ein avtala ella ein fyribilsavtala kann gerast millum partarnar um tey økini, sum ætlanin er at fáa ígongd aftur, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann vil kortini ikki siga um Starvsmannafelagið hevði verið sinnað at tosa um undantaksloyvi til Strandferðsluna.
Kortini fýlist hann á, at politikarar og onnur hava mestsum hug til at geva Starvsmannafelagnum skyldina fyri støðuna.
Hetta er tað, sum hendir, tá ið ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er ikki at leggjast eftir nøkrum ávísing. At Strandferðslan liggur er einfalt ein avleiðing av eini ósemju og onki annað, sigur formaðurin í Starvsmannfelagnum.
Og av tí, at tað var Fíggjarmálaráðið, sum vrakaði semingsuppskotið er tað eisini Fíggjarmálaráðið, sum spælir høgt spæl við samferåsluni ímillum oyggjarnar. Og trupulleikin kann loysastheilt einfalt við at góðtaka semingsuppskotið, leggur hann afturat.