Friðarligt um allar Føroyar

Løgreglan í Havn letur væl at havnarfólki hetta vikuskiftið, sera friðarligt hevur verið í býnum, og hóast onkur smávegis ófriður hevur verið, er bert talan um fá, og ikki stór mál. Tríggir mans eru tiknir upp, og hava sovið rúsin av sær á løgreglustøðini.

Leygarnáttina var ein maður tikin á støðina og skuldsettur fyri harðskap, aftan á ein bardaga í býnum. Hann hevði tikið kvørkratak á hin.
Í gjár varð løgreglan boðsend í sambandi við húsaófrið, men eingin var tikin við á støðina í hesum máli.
Av løgreglustøðini í Klaksvík siga tey, at har hevur verið sera friðarligt hetta vikuskiftið, og ikki eitt einasta mál hevði verið hetta vikuskiftið. Tað sama var galdandi í Miðvági og í  Suðuroy var heldur ikki nakað stórvegis, hetta hóast nógv tiltøk og fólk var á Tvøroyri í sambandi við, at nýggi Smyril kom til oynna.