Arbeiðssteðgur og samferðsla
Skipini hjá Strandferðsluni skulu í sigling aftur og tað skal vera beinanvegin.
Tað krevja politikarar nú.
Og teir siga, at finna Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið ikki útav at finna eina semju so at Strandferðslan fær undantak frá arbeiðssteðginum, so verður neyðugt at Løgtingið leggur uppí og lóggevur fyri, at skipini sigla aftur beinanvegin.
Tveir tingmenn, sum núvilja hava ein enda á tí, at Strandfaraskipini liggja, nú arbeiðssteðgur er, eru Hendrik Old og Johan Dahl, báðir samgongutingmenn úr Suðuroy.
Báðir siga, at tað er tað eitt ófrávíkiligt krav, at siglingin hjá Strandfersðluni verður tikin uppaftur alt fyri eitt.
Og í dag verður so uppskot lagt fyri tingið um at longja tann partin av sáttmálanum ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið sum hevur við manningarnar hjá Strandferðsluni at gera. Hinvegin verður onki gjørt við verkfallið annars.
Strandferðslan skal sigla aftur beinanvegin
Eg eri púra samdur í, at skipini skulu í sigling aftur, sama hvussu tað verður gjørt, sigur sigur Hendrik Old.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur um at yvirliva vinnuliga og tað mugu vit taka í allarstørsta álvara.
Vinnan er hart fyrispent og slíta vit høvdið av hønuni, sum verpir gulleggini, er liðugt. Og sum støðan er nú, verpir hønan ikki nógvar dagar afturat.
Sostatt mugu øll fyrivarni leggjast til viks, tí skipini mugu í sigling aftur og tað má vera nú.
Hann sigur, at fer vinnan fyri bakka, er tað ein vanlukka, tí kreftirnar at byrja av nýggjum eru neyvan til staðar úti um landið og vit hava ikki nógvar dagar at leypa uppá.
Tað má halda uppat, at framleiðslan í somu økjum kring landið ferð eftir verður løgd lamin tí arbeiðsósemjur eru her og har og tí tekur hann fult undir við kravinum um, at siglingin skal byrja aftur beinanvegin, antin so ella so.
Ein annar samgongutingmaður úr Suðuroy, Johan Dahl, er púra samdur.
Tað er eitt treytaleyst krav frá okkum tingmonnum í útjaðaranum, at skipini hjá Strandferðsluni fara aftur í sigling beinanvegin, sigur hann.
Hann sigur, at tað, sum fer fram nú, skal steðgast og so mugu tey stig takast, sum eru neyðug at taka fyri at fáa skipini í sigling aftur.
Støðan er heilt vanlukkulig og hetta kunnu vit ikki liva við. Á meginøkinum gongur alt sína vanligu gongd, men útjaðarin bløðir ferð eftir ferð og hetta er ikki at liva við, hvørki hjá vinnuni ella hjá privatfólki.
Skipini eru lívæðrin hjá okkum úti um landið og hon má og skal ikki kvettast av.
Tí mugu Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið finna eina semju við brestin, ella má løgtingið lóggeva fyri at skipini koma aftur í sigling, sigur Johan Dahl.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at politiskt hevur tað fremstu raðfesting, at partarnir sjálvir finna eina semju og tí má ein politisk uppílegging avgjørt at vera seinasti útvegur.
Men vit mugu staðfesta, at føroyska samfelagið er óivað eindømi, tá ið hugsað verður um arbeiðssteðgir og tað er ikki nøktandi, sigur landsstýrismaðurin.
Sandoy og Suðuroy eru vinnuliga veik og hetta er steinur omaná byrðu og tí kann hetta gera, at vinnuliga teppið verður rykt undan hesum økjum, hóast tey ongan lut eiga í ósemjuni.
Bjarni Djurholm heldur, at tað eru nøkur øki í samfelagnum, sum hava so stóran týdning, at tey eiga ikki at vera umfatað av einum arbeiðssteðgi og samferðslaner eitt av teimum økjum.
Hetta kann seta stór, samfelagslig virði í vága og tað kunnu vit ikki lata okkum lynda, sigur hann.
Løgmaður ásannar, at hetta er ein stórur trupulleiki hjá vanligum fólki, men ikki minst er hetta darvandi fyri vinnuna, sum missur pening og ikki fær lagt til rættis. Støðan darvar eisini íløgum í hesi øki í landinum, tí íleggjarar vilja hava støðug viðurskifti.
Hetta eru ikki umstøður at bjóða vinnulívinum, staðfestir løgmaður.