Fiskivinna
- Tú fært ikki fisk í oynna- og tú fært heldur ikki fisk av aftur oynni. Eingin beinleiðis farmaflutningur er úr Sandoynni, og tí verður oyggin lutfalsliga harðari rakt enn eitt nú Suðuroyggin og Klaksvíkin, tá ið verkføll leggja samferðsluna lamna.
Hetta sigur Marner Lisberg, sum bæði er nevndarformaður í P/F Sandoy Seafood og P/F Delta Seafood á Tvøroyri.
Ringast fyri
Hann vísir á, at eingin beinleiðis farmaflutningur er av Sandoynni, men bæði úr Suðuroy og Klaksvíkini sigla skip av landinum við eitt nú fiskavørum til útlandið.
- Hinvegin rakar niðurlagda siglingin hjá Strandfaraskipum Landsins eisini flutningin av ráfiski av meginøkinum til útjaðaran. Men í Sandoynni verður flutningurin sum nevnt raktur báðar vegir, sigur Marner Lisberg.
Eingin avskiping
Hann vísir á, at verkfallið og rakta siglingin hjá Teistanum eisini hevur havt við sær, at virkini í Sandoynni ikki hava fingið avskipað fisk.
- Hvat hetta ítøkiliga hevur merkt, veit leiðslan á virkjunum báðum betur at siga, sigur Marner Lisberg, nevndarformaður og reiðari, sum heldur, at óskilið við, at samferðslan liggur lamin undir afturvendandi verkføllum, ongantíð aftur eigur at endurtaka seg.