Oddagrein· Leiðin til Suðuroyar

Í øldir hevur Suðuroy verið í serstøðu millum hinar oyggjarnar. Oyggin er fjarskotin og er sermerkt á mangan hátt, og er hetta sagt í jaligari merking. Búskaparliga, sosialt og mentanarliga hevur gjøgnum tíðirnar gingið upp og niður. Í slupptíðini var Suðuroy búskaparliga og mentanarliga í fremstu røð, meðan tað sosialt ikki stóð væl til. Tí kom verkamannarørslan fyrst til Suðuroyar og gjørdist henda rørsla so sterk í oynni, at hon eitt skifti átti størstu fyritøku í Føroyum. Oyggin er rík frá náttúrinnar hond. Her er kol, her eru góðir firðir við náttúruhavnum, góðar fiskileiðir, góðir skúlar, gott almanna- og heilsuverk við nýggjum sjúkrahúsi og eitt sera rakst og virkið fólk.

Tað er samfelagsins skylda at tryggja hesum fólki somu lívs- og virkismøguleikar, sum aðrir føroyingar hava. Ein meginfortreytin er góð samferðsluviðurskifti millum Suðuroy og meginøkið og eitt gott undirstøðukervi í oynni sjálvari. Tunnilin milum Hovs og Øravík, sum nú fer í gerð, er mikið framstig og fer at stytta leiðirnar og bøta um trygdina. Nýggi Smyril fer hartil at bøta heilt munandi um farleiðina millum Suðuroy og meginøkið. Tað verður heilt einfalt betri at vera umborð við tað at skipið er serbygt til endamálið. Farleiðin fer at styttast við hálvum tíma til trý korter og skipið er í allar mátar arbeiðsligari enn Smyril I. Hetta er ein sera góð íløgu, soleiðis, sum landið liggur í løtuni - ein íløga, sum kemur í evstu løtu. Nýggi Smyril er ein viðurkenning av tí serstøðu, sum Suðuroy geografiskt hevur og eitt tiltak, sum allir føroyingar saman við suðringum eiga at fegnast um. Vit ynskja suðringum og øllum føroyingum hjartaliga tillukku við nýggja og stásiliga skipinum.

Samstundis sum øll fegnast og gleðast yvir hetta risastóra framstig fyri suðringar og fyri allar føroyingar, eiga avvarandi myndugleikar og stovnar, land og kommunur beinanvegin at fara undir at leita eftir tí ferðasambandi millum Suðuroy og meginøkið, sum er mest hóskiligt fyri eina framtíð, sum ikki er so langt burturi. Nýggja stásiliga farið loysir uttan iva tann mest átrokandi tørvin her, nú og nøkur ár fam. Annað alternativ er ikki í løtuni, og haldast kundi ikki fram við tí skipi, sum nú eitur Smyril 1. Sostatt er nýggi Smyril ein røtt, sera góð og ábyrgdarfull almenn íløga. Men, sum frá líður, eiga onnur alternativ at verða kannað og eigur at verða farið undir hesar kanningar beinanvegin. Við hesum ynskja vit nýggja farinum vælkomnum til landið og ynskja, at tað má verða suðringum og øllum føroyingum til gleði og gagn.

Sosialurin