TB og VB í somu gongu

Í dag fara suðuroyarfeløgini at ganga í somu skrúðgongu, og í morgin fara tey á Sevmýri at stríðast um at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini

UPPTAKT

Í dag fara fótbóltsspælararnir í Vági og á Tvøroyri at ganga í somu skrúðgongu. Tað fara teir í sambandi við móttøkuna av Smyrli. Øll ítróttarfólkini eru stevnd at vera við í móttøkuni.
VB og TB eru ávikavíst niðast og næstniðast á støðutalvuni. Málið er ikki formliga viðgjørt í feløgunum, og tí er sjálvandi eingin avgerð tikin. Men tað er ein sannroynd, at tað tær seinastu vikurnar hevur verið nógv tosað í Suðuroy um møguleikan at kasta saman í felags lið í bestu deildini.
Stóri glottin hesa ferð er, at fótbóltsfeløgini í Suðuroy sleppa undan verkfallinum, sum so ofta hevur argað tey. TB og VB skulu stríðast um at sleppa undan niðurflytingarplássinum. Støðan er lítið hugalig, og møguligur tapari á Sevmýri í morgin verður heilt illa fyri. Um tað eydnast TB at vinna, so er stórur møguleiki fyri, at teir sleppa undan bæði aftasta og næstaftasta plássinum, meðan VB fyrst og fremst hugsar um at sleppa av aftasta plássinum, áðrenn teir í síðsta umfarinum fáa vitjan av EB/Streymi.

Eru væl fyri
Úr Suðuroy er bara gott at frætta, tá ið tað snýr seg um manningarnar. Serliga á miðvøllinum hevur VB verið illa fyri seinastu ferðirnar. Men nú sær betri út. Edvard Ble var leikbannaður seinast. Hann er tøkur aftur. Milan Kulic hevur tvær tær seinastu ferðirnar sitið uttanfyri, tí nøsin er brotin í tveimum støðum. Í hesi vikuni hevur Kulic vant. Um hann er komin seg heilt eftir skaðan, hann hevði heim við úr Íslandi, er kanska ivasamt, men tað er greitt, at hann verður á VB miðvøllinum í morgin. Hann fer at spæla við masku, ið skal verja nøsina.
Palli Augustinussen var heima, tá ið VB spældi móti NSÍ. Palli skuldi koma heim aftur úr Danmark upp undir vikuskiftið.
- Støðan er øllum greið, og vit fyrireika okkum so gott, sum tað ber til. Um vit einki fáa suður aftur við okkum, so verður síðsti møguleikin hjá okkum at sleppa undan beinleiðis niðurflyting at fáa GÍ aftur í síðsta umfarinum. Men tað verður treytað av, at gøtumenn einki fáa á heimavølli móti B36 og á Skála. Tað kunnu vit ikki líta á. Tí mugu vit fyrst og fremst hugsa um at syrgja fyri okkum sjálvum, siga vágbingar.
Á Sevmýri er fótbóltslagið so gott, sum tað kann vera.
- Heimasigrarnir tvær tær síðstu ferðirnar móti GÍ og Skála hava givið nýggjan íblástur til venjingina, umframt at TB ikki longur er á aftasta plássinum. Men vandin er ikki av, og tí er alneyðugt at fáa góða úrtøku móti vágbingum, verður sagt av Tvøroyri. TB skal í síðsta umfarinum spæla í Fuglafirði.
Manningarliga eru teir so væl fyri, sum tað ber til á Sevmýri. Dan Mortensen skuldi undan vikuskiftinum koma heim úr Danmark. Jón Johannesen hevur verið leikbannaður tríggjar tær seinastu ferðirnar. Nú er hann tøkur aftur, og so er er tað upp til venjaran at gera av, um Jón skal fáa pláss millum teir fyrstu ellivu, eftir at TB tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið.
Hetta er fyrsta ferðin, at VB vitjar á Sevmýri í ár. Í áttanda umfarinum 11. mai vann TB 1-0 í Vági, og í 17. umfarinum 17. juli vann VB 5-1 á TB á Vágseiði.

Myndatxt