Í tíðindaskrivi fríggjkvøldið átalar Samferðslubólkurin fyri Suðuroy harðliga, at Suðuroyggin enn einaferð verður rakt av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. Tey krevja at politikarar tryggja, at henda støða ikki kemur í aftur.
Bólkurin sigur at tað harmar tey almikið, at hvørja ferð eitthvørt er galið á arbeiðsmarknaðinum so skal Suðuroyggin sum tann einasta kenna svian av hesum.
Politikarar fáa sítt í tíðindaskrivinum, har sagt verður at politikarar ferð eftir ferð hava lovað, at hetta ikki hendir aftur:
Ferð aftaná ferð koma politikarar okkara út við somu søgu, at hettar ikki skal henda aftur,
tað má tí verða eitt ófrávíkiligt krav, at henda støða nú einaferð verður loyst. Tað
verður tí við spenningi vit Suðuroyingar nú fara at lurta eftir okkara politisku umboðum,
um ætlanin enn einaferð er at halda okkum fyri turrasta spott við somu boðum, bert í nýggjari
útgávu, ella um menn eru somikið at sær komnir í 2005, at henda ótolandi støða verður
loyst endaliga. skrivar bólkurin, ið hevur fyrrverandi lanstýrismannin Jacob Vestergaard sum formann.
Krevja fleiri túrar
Í sama skrivi krevur bólkurin at túratalið til og úr oynni verður økt við minst einum túri afturat um dagin.
Bólkuriin ásannar at framburður og trivnaður er treytaður av títtleikanum av ferðum. Víst verður somuleiðis til leiðina millum Klaksvík og Leirvík, har eru sambært bólkinum 19 túrar dagliga. Teir vísa á at í sekstitalinum var ein túrur við Pride á hesari leið, hetta var sama tal sum úr Suðuroynni. Úr Suðuroynni er talið økt til tveir túrar hesið nógvu árini: Tað verður mangan ført fram, at orsøkin er vantandi peningur í samfelagnum. Í nevnda tíðarskeiðið eru útreiðslurnar hjá samfelagnum øktar við fleiri 100 tals milliónum uttan at møguleiki hevur verið at finna nakran pening til Suðuroyarleiðina.Tað mátti verið gamaní at kunna funnið pening, nú skipið, vit hava bíða eftir í yvir eitt ár sambært upplýsingum verður heilar 30 mill. Kr. bíligari. Skrivar bólkurin.










