Nyggi Smyril
Nýggi Smyril fekk eina stórfingna móttøku, tá ið hann kom til Suðuroyar á miðdegi leygardaginm.
Ferðin heim gekk avbera væl og allan leygarmorgunin lá Smyril eystanfyri Suðuroynna og bíðaði til miðdags, tá ið hann skuldi koma til lands.
Tað vóru sjálvandi nakrir heilt fáir suðuroyingar, sum høvdu fingið sær seyð at fletta leygardagin.
Men næstan allir hinir vóru á Tvøroyri og tóku ímóti nýggja Smyrli, tí hóast tað var reiðiliga illsligt við regni og fitt av vindi, vóru eini 4000 fólk á samferðsluhavnini á Tvøroyri og tóku Smyrli. Her skal havast í huga, at tað búgva bara 5000 fólk í Suðuroy.
Fyrst gingu hundraðtals fólk skrúðgongu av gomlu samferðsluhavnini á Drelnesi, út í nýggju Samferðsluhavnina á Krambatanga, sum er ein lítlan kilometur ytri á fjørðinum.
Har vóru røðu hildnar, hornorkestrið spældi og felagssagnur var, áðrenn hekkuportið fór upp og fólk fingu høvi til at sleppa umborð at síggja skipið.
Fyri ikki at dálkað ov illa, fingu øll skóleistar úr plasti upp á beinini. Teir høvdu 3000-4000 skóleistar og teir vórðu allir brúktir og tí fæst ein reiðiliga góð ábending um, hvussu nógv fólk var umborð.
Og tey vóru øll sum ein samd um, at her var talan um eitt avbera stásiligt far. Hóast vit fleiri ferðir hava hoyrt, hvussu stórur og flottur Smyril er, vóru øll mestsum ovfarin tá ið tey komu umborð og sóu við egnum eygum, hvussu stórfingin hann í verleikanum er.
Tað er so stórt pláss, at vit skulu ferðast fleiri ferðir, áðrenn vit finna runt, helt onkur fyri.
Onkur annar helt fyri í skemti, at tað verður ikki lukkuligt at missa børnini vekk umborð, tí tað verðu torført at finna tey aftur, tí tað er so nógva staðni at fara.
Umborð eru nógvir leysir stólar og tað hava fólk fýlst á, men tey, sum hava havt við skipið at gera, siga, at tað er so gott í sjónum, at tað verður ongin trupulleiki.
Annars eru eisini ein hópur av bleytum, djúpum benkrum, ið mest av øllum líkist sofum, so har er eisini nógv betri pláss at leggja seg enn umborða Smyrli, sum nú fer í søguna.
Men vil onkur hava kamar, ber eisini til at fáa eitt slíkt umborð og tey eru bæði góð og rúmlig.
Annars eru eisini flúgvarasetur at sita í.
Tá ið fólk fóru iland aftur av Smyrli, var farið í høllina í Trongisvági, har tiltak varð alt kvøldið og í alla náttina við og tað var alt ókeypis.
Av tí at veðrið var so illsligt og tað gekk so illa at fáa hekkuportrið niður, vóru tað nógv fólk, sum fóru avstað aftur, uttan at hava verið umborð.
Tí var Smyril somuleiðis opin fyri almenninginum sunnudagin og eisini tá var reiðiliga nógv fólk umborð.