Vápnahvíld verður 24 tímar eftir stjórnarfund

Teir 72 tímarnir, sum Hamas sambært avtaluni fær til at leyslata ísraelsku gíslarnar, telja frá somu løtu, sum vápnahvíldin í Gazageiranum verður lýst

 

Eitt talsfólk hjá ísraelsku stjórnini sigur, at ein vápnahvíld í Gazageiranum byrjar í seinasta lagi 24 tímar eftir stjórnarfundin, sum verður í Ísrael seinnapartin í dag.

 

Hon sigur, at teir 72 tímarnar, sum Hamas sambært avtaluni fær til at leyslata ísraelsku gíslarnar, telja frá somu løtu, sum vápnahvíldin verður lýst.

 

Sambært talskvinnuni varð henda avtala undirskrivað fyrr í dag.

 

Áður hevur skrivstovan hjá ísraelska ráðharranum, Benjamin Netanyahu, sagt, at vápnahvíldin byrjar, tá ísraelska stjórnin hevur góðkent avtaluna.

 

Sambært norska kringvarpinum - NRK - kemur ísraelska stjórnin saman í dag at umráða uppskotið um vápnahvíld.

 

Lesið eisini:

 

Ísraelski fíggjarmálaráðharrin tekur ikki undir við friðaravtaluhttps://www.in.fo/news-detail/israelski-figgjarmalaradharrin-tekur-ikki-undir-vid-avtaluni