hjá Sosialinum? Munurin , sum nú er alt meira sjónligur, er, at meðan Javnaðarflokkurin veruliga tekur sítt egna uppskot um eina sjálvstýrislóg í fullum álvara, so er tað alt meira, sum bendur á, at S [...] i við Danmark. Vit royna at sannføra teir um, at tað heldur ikki í hesum máli er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Um tað fer at eydnast, tað fer tíðin at vísa, men vit skylda okkara fólki og okkum [...] okkum sjálvum, at vit gera royndina. Fullveldisætlanin krevur mótspæl, og tað er líkt til, at tað er bara Føroya Javnaðarflokkur, sum torir og kann geva teimum tað. Jóannes Eidesgaard floksformaður
talan er um áhugaverd øki, sum kunnu goyma nógva olju og møguliga eisini gass. Men mest áhugaverda økið, sum er við í útbjóðingini og sum er nærhendis verandi oljukeldum bretsku megin markið, er avmarkað [...] stendur á odda fyri arbeiðinum hjá ?Texaco Faroe Group? og er hetta fimtu ferð hann er her í arbeiðsørindum. Hann sigur við Sosialin, at henda vitjanin er ein nátúrligur partur av fyrireikingini til komandi leiting [...] . Tey meta talan er um fýra pláss, sum kunnu koma uppá tal til útgerðarstøð, nevniliga Runavík, Sund, Tórshavn og so Suðuroyggin. Neyvan Gullblokkar til øll Sum støðan er í løtuni er torført at fáa umboð
Müller Høgu oljuprísirnir og tað bjartskygni, sum er komið í kjalarvørrinum á teimum, fer eisini at hava ávirkan á virksemi á Atlantsmótinum í ár. Hetta er økið millum Hetland og Føroyar. Í seinastu útgávuni [...] at vera við í 1. útbjóðing her. Talan er um at bora seks brunnar ella møguliga fleiri í teigum vestan fyri Hetland, flestu teirra skamt frá føroyska markinum. Tað er tí ikki bara sum at siga tað at fáa hendur [...] hendur á boripallum, nú virksemi er stórt alla aðrastaðni eisini. Haraftrat kemur, at tað eru bara heilt fáir boripallar, sum kunnu arbeiða á djúpum vatni millum Hetland og Føroyar. Fyrsta boring vestan
tit endiliga fríir.? Avmarkað fólkaræði er andsøgn í sjálvum sær. Ein skipan við fólkaræðiligum eyðkennum, sum er galdandi á serstøkum samfelagsøkjum, og sum er sett í verk onkustaðni úr erva niður yvir [...] hevur ført fram slíkt, ið er satt, uttan at seta tað í rætt høpi. T.d. verður sagt, at Danmarks Riges Grundlov er galdandi í Føroyum, og at ríkisrættarliga støða Føroya er ásett í henni og í heimastýrislógini [...] yvir um á eftir vatni, tí trupulleikin er ikki ríkismarkið mótvegis danska ríkinum, soleiðis sum sjálvstýrisrørslan hevur hildið. Trupulleikin er, at vit borgarar ikki hava fólkaræði, og at tað fullveldi
Makrelkvotan er 1.650 tons, men harumframt kunnu 6.535 tons av føroysku strandalandakvotuni fiskast í norskum sjógvi. Svartkjaftakvotan er 2500 tons, harav 500 tons við Jan Mayen, og ídnaðarkvotan er 25.000 [...] 000 tons. Lodnukvotan er 5.000 tons, og sildakvotan er 1.200 tons í 2000. Eisini kunnu 3.000 tons av rossamakreli og 150 tons av rækjum verða veidd við Jan Mayen. Føroyska kvotan við Svalbarð verður 808 tons [...] Haraftrat kunnu russisk skip hava somu royndarveiði á djúpum vatni við 200 tonsum í kvotu. Makrelveiðin hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi er skorin munandi úr 18.000 tonsum niður í eina kvotu uppá 10
Smoltið verður, tá tað er um 50 gram til støddar flutt úr Svínoy út til Nólsoyar, har tað gongur í hitaðum sjógvi til tað er 150 gram ella har á leið. Av tí at tað er í heitari vatni kemur tað skjótari fyri [...] við Nólsoyar Alistøð, sum er ein landalistøð. Eins og á Strondum er tað gamli flakavirkisbygningurin, sum fyri ein bíligan penga varð keyptur, og síðani settur í stand, sum er karmur um virksemið. Har úti [...] fyri seg og tí er fiskurin betri fyri at seta út enn hann annars vildi havt verið, sigur Bogi Jacobsen. Hetta sæst aftur á rakstrinum, tí er fiskurin størri er hann meira mótsøðuførur og umframt tað veksur
Hetta er annars óivað væl úr hondum greitt arbeiði, sum í stóran mun er farið fram á ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn og á skjalasøvnum í USA. Ikki uttan orsøk kunnu fólk tí spyrja: júmen, er onki at [...] skjalsøvn, sum er so strong, at vit kunnu verða koyrd í Skansan, um groft brot móti lógini verður framt. Hetta, at umsita almenn skjøl, er sostatt eitt sera álvarsligt mál. Hann, ið hetta skrivar, er vitandi [...] Sum tað framgongur av formælinum, og nú er tað altso »svørtubók« vit tosa um, so hevur bókin, sum er tann fyrsta av tveimum (ella kanska fleiri?) við støði í løgtingavgerð frá 19. apríl 1996 um savnan
Loksins er upprunnin tann dagur, sum mong hava bíðið við spenningi eftir, men sum uppaftur onnur hava borið ótta fyri. Tað er greitt, at ein olja- og gassvinna kann gerast tað nógv eftirspurda beinið, [...] sum okkara búskapur kann standa á saman við fiski- og alivinnuni. Tað er eisini greitt, at ein slík nýggj vinna er ein stór avbjóðing fyri eina so lítla tjóð sum okkara og hon setir stór krøv til okkum [...] sáli geva tá ímynda sær, at oljufeløg fóru at vísa undirgrund okkara so stóran ans sum veruleikin er. Kortini metti hann longu fyri mongum árum síðani, at møguleikar vóru fyri at finna olju og ikki minst
vitja. Onkur stuttlig søga er eisini frá hesi tíðini. Okkurt bragdi er mær sagt frá, ikki av Hjørleifi sjálvum, men øðrum. Tað var so, at ein drongur var um at drukna á einum vatni í samband við eina skótalegu [...] hvat ein sjálvur kann meta seg til, so vóru ikki peningaríkar tíðir tá Hjørleif vaks upp, men fyri tað er ikki sagt at peningaríkiligheit nýtist at hava nakað við lívsdygd og lívsvirðir at gera. Tað kemur [...] í trá við tær umstøður í tá vóru galdandi. Ikki vóru fortreytirnar tær bestu, heilsuliga sætt. Mær er sagt at hann mangan sum drongur og unglingi var sjúkur, hevði ymisk brek at dragast við, kortini helt
møguleika at seta pengar í oljufelagið. Verandi partapeningur er uppá knappar 3 mill. kr. Ætlanin er annars at fara út eftir pengum, tá tørvur er á teimum. Sosialurin skilur, at upprunaliga grundarlagið undir [...] oljufelag, so er neyðugt at kunna fáa nokk av kapitali, og tí verða dyrnar eisini latnar upp til bæði Bretland og Noregs. Tað er ikki heilt av leið at siga, at endamálið hjá Føroya Kolvetni er at gerast eitt [...] minsta lagið eit ár er gjørd við Føroya Kolvetni, har teir tríggir koma at taka sær av tí tøkniligu síðuni í sambandi við 1. útbjóðing. Terje Hagevang kemur í nevndina í Føroya Kolvetni og er hann eisini settur