Politikkur er á ein álitisskapandi hátt at føra floksins sjónarmið fram og at royna at ávirka gongdina, so langt sum tað ber til. Hetta verður sjálvsagt gjørt uttan mun til, um ein situr á andstøðu ella í samgongu, og hetta verður gjørt uttan mun til, hvørji mál eru á politisku dagsskránni.
Soleiðis hevur Javnaðarflokkurin altíð skilt sína uppgávu í føroyskum polikki, meðan einstakir aðrir flokkar meira hava lagt seg eftir at lofta ónøgdini.
Tá tað snýr seg um ríkisrættarligu viðurskifti okkara, so hendi tað fyri skjótt 100 árum síðan, at Sambandsflokkurin fór í baklás og hevur verið tað síðani. Á ein næstan fundamentalistiskan hátt hevur hesin flokkur gjørgnum allar tíðir noktað fyri at umrøða spurningin, tí hann stutt og greitt ræðist hann. Úrslitið av hesari fastlæstu støðu Sambandsfloksins hevur verið, at tað er eingin flokkur í føroyskum politikki, sum hevur lagt so nógv brenni til loysingarbálið sum júst Sambandsflokkurin.
Eru flokkar slopnir burtur úr samgongufjøtrunum við Sambandsflokkin, so hevur sjálvstýrisrákið altíð fingið størri ferð, enn fleiri halda ráðiligt, meðan hevur Sambandsflokkurin verið í samgongu, so hevur tað verið strangliga bannað bara at taka málið upp á tungu.
Mangt bendir á, at leiðsla Sambandsfloksins nú raknar við og sær, at ongin tímir at brúka tíð og orku til at kjakast sjálvstýrismál við teir, og at Javnaðarflokkurin enn einaferð av øðrum flokkum verður hildin at vera meira áhugaverdur. Drignir eftir hárinum, tí heimurin er farin undan teimum noyddist teir at koma við einum útspæli um ein nýskipan.
Í einari ósakligari roynd at leypa øði í, so tekur Edmund Joensen so rívan til við beinleiðis lygnum, har hann m.a. førir fram, at Javnaðarflokkurin nú tekur undir við fullveldisætlanini. Hvar hevur Edmund Joensen sæð meg ella Javnaðarflokkin skrivað slíkt, ella hvar hevur Edmund Joensen hoyrt meg ella Javnaðarflokkin sagt slíkt? Ongastaðni og tí er útsagnir hansara óverdugar og lítið álitisskapandi fyri ein fyrrverandi løgmann. Kann tað veruliga hugsast, at hesin maður byggir sínar niðurstøður á ein tankatosk hjá Sosialinum?
Munurin , sum nú er alt meira sjónligur, er, at meðan Javnaðarflokkurin veruliga tekur sítt egna uppskot um eina sjálvstýrislóg í fullum álvara, so er tað alt meira, sum bendur á, at Sambandsflokkurin við sínum nýskipanruppskoti, sum annars í stóran mun er ein avskrift av okkara sjálvstýrislóg, einans spælir fyri gallarínum. Teir meina einki við tað, og fáa teir makt, sum teir hava akt, so vita vit øll nú, at hann verður aftur tann sami fundamentalistiski Sambandsflokkurin, sum einki vil.
Javnaðarflokkurin torir á fund og inn í ein veruligan dialog við samgonguna bæði um hetta málið og onnur við. Vit hava okkara kjølfesti í einari livandi og framfýsnari skrá. Men vit vita eisini, hvar okkara mark gongur, so hvørki Edmund Joensen ella onnur skulu missa svøvnin av tí orsøk.
Vegna tann partin av Føroya fólki, sum ikki ynskir fullveldi og loysing, síggja vit tað sum okkara skyldu, at vit brúka tíð og orku til at sannføra samgonguna um, at bróðurpartin av tí teir ynskja, tað kunnu vit fáa í einum felagsskapi við Danmark. Vit royna at sannføra teir um, at tað heldur ikki í hesum máli er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni.
Um tað fer at eydnast, tað fer tíðin at vísa, men vit skylda okkara fólki og okkum sjálvum, at vit gera royndina.
Fullveldisætlanin krevur mótspæl, og tað er líkt til, at tað er bara Føroya Javnaðarflokkur, sum torir og kann geva teimum tað.
Jóannes Eidesgaard
floksformaður