Samstarvið gagnar øllum pørtum

Nýggja kryvjivirkið á Strondum er eitt dømi um, hvussu virkir innan somu vinnugrein kunnu fáa meira burtur úr samstarvið enn úr kapping. Men tað er heldur ikki fyrstu ferð, at Gulin og Funningslaks samstarva

Sveinur Tróndarson


Tað byrjaði við samstarvið um Nólsoyar Alistøð og nú heldur tað fram við samstarvinum um kryvjivirkið inni á Strondum.

Ein sólskinssøga um samstarv millum tvær alifyritøkur, sum sjálvar eru rættiliga nýggjar á marknaðinum.

Gulin, sum varð stovnað í 1993, men sum kortini hevur eina søgu, sum røkkur aftur til 1986 og Funningslaks, sum varð stovnað í 1994.


Landalistøð í Nólsoy

Virksemið byrjaði sum sagt við Nólsoyar Alistøð, sum er ein landalistøð. Eins og á Strondum er tað gamli flakavirkisbygningurin, sum fyri ein bíligan penga varð keyptur, og síðani settur í stand, sum er karmur um virksemið.

Har úti ala teir fisk í tveimum stórum kørum, men hann gongur bara har úti eina lutfalsliga stutta, men fyri fiskin sera týdningarmikla tíð.

- Smoltið verður, tá tað er um 50 gram til støddar flutt úr Svínoy út til Nólsoyar, har tað gongur í hitaðum sjógvi til tað er 150 gram ella har á leið. Av tí at tað er í heitari vatni kemur tað skjótari fyri seg og tí er fiskurin betri fyri at seta út enn hann annars vildi havt verið, sigur Bogi Jacobsen.

Hetta sæst aftur á rakstrinum, tí er fiskurin størri er hann meira mótsøðuførur og umframt tað veksur hann eisini skjótari. Tískil kann hann takast skjótari, og tað gevur fleiri krónur í kassan, samstundis, sum fóðurnýtslan fellur.


Samstarvið virkar væl

Fiskurin, sum gongur í kørunum í Nólsoy, verður fluttur til alistøðirnar í Funningsfirði og við Argjalandi, og har gongur hann til hann skal takast.

Samstarvið hevur virkað stak væl sigur Bogi Jacobsen, og tað er orsøkin til at fyritøkurnar nú víðka um samstarvið við virkinum á Strondum.

Um tað so fer at geva seg aftur í uppaftur størri og tættari samstarvið ber ikki til at siga í løtuni, siga teir báðir Bogi Jacobsen og Kári Nielsen..