Startskot til stóra og nýggja avbjóðing

HÓSDAGUR tann 17. februar ár 2000 kann koma at gerast eitt týðandi vegamót í føroyskari søgu - uppá gott og ilt. Henda dag - og tað er í dag - letur 1. útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum alment upp. Í dag verður tað gjørt kunnugt um alla verðina, at Føroyar eru tilreiðar at gerast oljutjóð. Porturið, sum nú í fleiri ár, hevur staðið á glopp, er nú víðopið. Tað stendur nú altjóða oljuheiminum - vil hann góðtaka føroysku treytirnar - at fara undir leiting eftir olju og gassi í einum av teimum seinastu økjunum í heiminum, har tað ikki hevur verið leitað áður, og sum verður mett at kunna goyma stórar nøgdir av olju og gassi.

Loksins er upprunnin tann dagur, sum mong hava bíðið við spenningi eftir, men sum uppaftur onnur hava borið ótta fyri. Tað er greitt, at ein olja- og gassvinna kann gerast tað nógv eftirspurda beinið, sum okkara búskapur kann standa á saman við fiski- og alivinnuni. Tað er eisini greitt, at ein slík nýggj vinna er ein stór avbjóðing fyri eina so lítla tjóð sum okkara og hon setir stór krøv til okkum øll og ikki minst politikararnar.


HVØR mundi annars fyri bert fáum árum síðani hugsað, at oljufeløg fóru undir at bora eftir olju við Føroyar? Neyvan mundi táverandi jarðfrøðingurin Jóannes Rasmussen, sáli geva tá ímynda sær, at oljufeløg fóru at vísa undirgrund okkara so stóran ans sum veruleikin er. Kortini metti hann longu fyri mongum árum síðani, at møguleikar vóru fyri at finna olju og ikki minst júst har feløgini nú seta ljóskastaran á. Men hann helt slíka leiting liggja langt, langt frammi í tíðini, tí táverandi tøknifrøðin megnaði ikki leiting í so djúpum og veðurbardum vatni. Men longu um somu tíð sum oljufeløg vístu bæði norska og bretska landgrunninum ans vendu tey eisini eyguni hendavegin. Onkrar seismiskar kanningar vórðu gjørdar, og í eini skuffu í Tinganesi rúgvaðu seg upp umsóknir frá oljufeløgum, sum vildu sleppa í gongd. Føroyskir myndugleikar gjørdu tó greitt, at áðrenn nakað loyvi bleiv givið, skuldi undirgrundin fyrst á føroyskar hendur. Og tá hetta so bráddliga hendi í 1992 gekk tað so stig fyri stig. Seismiskar kanningar av øllum Føroyaøkinum, ráðleggingarnevndir, arbeiðsbólkar, lógaruppskot og loksins løgtingslóg um útbjóðing. Hóast tað tók sína tíð at fáa avtalu við bretar um markið, so hevur kortini gingið sum fótur í hosu.


TAÐ er greitt, at vit tosa um eina áhugaverda og spennandi framtíð, sum eisini fer at bera vandamál í sær. Vit hava tó fyrimunin at kunna læra av royndunum hjá øðrum, og vit kunnu útbúgva okkara egna fólk í góðari tíð. Hetta skuldi kunnað minkað um tær negativu síður, sum fleiri bera ótta fyri, at júst ein ógvuslig oljuvinna kann hava við sær. Vit fara inn í eitt tíðarskeið, ið kann fáa stóra týdning fyri komandi ættarlið. Latið okkum brúka tíðina, vitanina og kreftirnar rætt. Latið okkum hyggja frameftir og brúka okkara sunna fornuft og arbeiðssemi skilagott.