Føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni leggur nú av álvara til brots í oljuvinnuni. Við tøkniligari vitan og royndum frá trimum fyrrverandi Sagaveteranum ætlar Føroya Kolvetni at royna seg í 1. útbjóðing á landgrunninum sum veruligt oljufelag, ið ætlar at átaka sær vága og harvið eisini at kunna fáa størri lut í einum møguligum avkasti.
Í gjár boðaði felagið frá einum nýggjum samstarvi tað hevur tikið upp við tríggjar fyrrverandi serfrøðingar hjá norska oljufelagnum Saga Petroleum, sum herfyri varð uppkeypt av einum øðrum norskum oljufelag, Norsk Hydro.
Tað stóð teimum trimum Sagafólkunum í boði at fáa starv í Norsk Hydro, men tey vildu heldur royna sær eydnuna aðrarvegir. Og tað er nú í eini alliansu við Føroya Kolvetni. Teir tríggir norðmenninir Hans Amundsen, geologur, Dag Larsen, geofysikari og Terje Hagevang, geologur og stjóri hava stovnað felagið Sagex Petroleum, sum hevur sett sær fyri at vera við í eini komandi oljuleiting við Føroyar við m.a. ráðgeving innan leiting.
Avtala í minsta lagið eit ár er gjørd við Føroya Kolvetni, har teir tríggir koma at taka sær av tí tøkniligu síðuni í sambandi við 1. útbjóðing. Terje Hagevang kemur í nevndina í Føroya Kolvetni og er hann eisini settur sum leitingarstjóri hjá felagnum. Sjálvur var hann leitingarstjóri hjá Saga og hevur saman við hinum báðum fyrrv. starvsbrøðrunum staðið á odda fyri forkanningunum á Føroyaøkinum. Nettupp Saga Petroleum var eitt av teimum oljufeløgunum, sum var komið longst við kanningunum av Føroyaøkinum, og tí er greitt, at samstarvið við teir tríggjar oljuserfrøðingarnar vil tilføra Føroya Kolvetni bæði vitan og royndir, sum aftur kunnu vera av stórum týdning fyri luttøkuna hjá felagnum í 1. útbjóðing.
Higartil hevur Føroya Kolvetni koyrt við lágum blussi. Samstarvsavtala er gjørd við enska oljufelagið Dana Petroleum um at fáa bygt upp felagið við tøkniligum know how umframt fíggjarligari ráðgeving. Nevndarformaðurin í Føroya Kolvetni, Graham Stewart er eisini fíggjarstjóri hjá Dana.
Bjartskygdur
Terje Hagevang, sum hevur verið við í kanningunum á Føroyaøkinum frá byrjan er sera bjartskygdur og hevur góðar vónir um, at olja finst við Føroyar. Hann heldur eisini, at møguligar oljugoymslur eru ikki bert avmarkaðar til landssynningshornið av landgrunninum, út ímóti kendu oljuleiðunum bretsku megin markið. Jú meira tað verður leitað, tess størri møguleikar eru fyri at gera fund, og tí heldur Terje Hagevang, at tað sohvørt fara at verða gjørd fleiri fund á føroyskum øki. Hann samanber Atlantsmótið við útviklingin í Angola. Har varð fyrst borað á grunnum vatni og sohvørt farið varð longur út á djúpt vatn og fleiri brunnar vórðu boraðir, vórðu fleiri fund gjørd. -Vit síggja økini vestan fyri Hetland og so djúpa vatnið í føroyskum og bretskum øki sum ein paralell til Angola. Kanningar okkara vísa, at tað finnast fleiri onnur áhugaverd øki á landgrunninum sigur Terje Hagevang og leggur aftrat, at hann gleðir seg at fara til arbeiðis aftur hjá einum føroyskum oljufelag, sum hann eisini hevur góðar vónir til.
Uppí bólk
Ætlanin er so at taka upp samstarv við onnur feløg, soleiðis at Føroya Kolvetni kann fara uppí ein av bólkunum á føroyaøkinum, men hann leggur alstóran dent á, at luttøka teirra verður á jøvnum føti við onnur oljufeløg, sum átaka sær ein vága.
-Vit miðja móti at taka millum 20 og 30% av váganum, og hetta krevur sjálvandi, at vit eisini hava kapital at arbeiða við, og tað havi eg eisini góðar vónir um sigur norðmaðurin, sum longu hevur verið í sambandi við norsk áhugamál, ið vilja seta pengar í Føroya Kolvetni. Hann sigur, at í Noregi er møguleiki at finna sokallaðar ?tungar? íleggjarar.
Við at hava fleiri bein at standa á, tvs. íløgur gjøgnum bretska felagið Dana, norska Sagex og so Føroya Kolvetni skuldi verið skapt eitt gott og trygt grundarlag. Ætlanin er at fara undir at tekna nýggjan partapening í Føroyum um ikki so langa tíð. Nils Sørensen, stjóri sigur, at teir hava gjørt eitt sokallað prospekt, har øll viðurskifti felagsins í sambandi við eina komandi útbjóðing verða umrødd. Í løtuni er prospektið ella verkætlanin til góðkenningar í Fíggjareftirlitinum.
Nils Sørensen vil ikki enn siga nakað um, hvussu nógvan partapening teir fara eftir í Føroyum, men ætlanin er so at geva føroyingum møguleika at seta pengar í oljufelagið. Verandi partapeningur er uppá knappar 3 mill. kr. Ætlanin er annars at fara út eftir pengum, tá tørvur er á teimum.
Sosialurin skilur, at upprunaliga grundarlagið undir oljufelagnum verður broytt. Frá lutvíst at vera eitt íløgufelag verður Føroya Kolvetni hereftir eitt veruligt oljufelag við einum sterkum føroyskum identiteti og øðrum.
Mini Saga
Men fyri at blíva eitt veruligt oljufelag, so er neyðugt at kunna fáa nokk av kapitali, og tí verða dyrnar eisini latnar upp til bæði Bretland og Noregs. Tað er ikki heilt av leið at siga, at endamálið hjá Føroya Kolvetni er at gerast eitt slag av einum mini Saga. Í mun til tey risastóru multinationalu oljufeløgini, ætlar Føroya Kolvetni at finna sær eina rók millum tey smærri oljufeløgini, sum í oljuverðini verða mett at hava stóran týdning, eitt nú tá farið verður undir at leita eftir olju og gassi í einum nýggjum øki.
Nú verður tað so í fyrsta lagi eitt samstarv millum Føroya Kolvetni, Dana Petroleum og Sagex Petroleum. Saman útgera hesi eina alliansu, sum hevur eitt týdningarmikið netverk til veitarar oo. Føroya Kolvetni fer so at senda umsókn til oljumyndugleikarnar um at vera við í 1. útbjóðing. Men hetta verður sum skilst saman við øðrum oljufelag/feløgum.
Sagex er ikki nakað oljufelag, men heldur eitt felag, sum hevur ekspertisu við leiting, ráðgeving ol. Teir tríggir stigtakararnir til felagið hava arbeitt við Føroyaøkinum seinastu 6 árini og vilja sleppa at halda fram við hesum arbeiði. Vórðu teir settir í starv hjá Norsk Hydro, sum keypti upp Saga, so er ikki vist, at teir komu at arbeiða við Føroyaøkinum. Tað vildu teir og valdu tí hesa nýggju leiðina. Teir halda tað heldur ikki vera nakað skeivt í tí at brúka ?Sagavitanina? í nýggja felagnum, sum .a. gevur Føroya Kolvetni møguleikan at minka um kostnaðin í sambandi við keypi av seismikkdata, tí norðmenninir vita partvíst, hvat eir hava brúk fyri av data.
Eisini við aðrastaðni
-Tað at kunna vera við til at menna eitt føroyskt oljufelag haldi eg vera ein ómetaliga spennandi møguleika og ikki minst avbjóðing sigur Terje Hagevang.
Føroya Kolvetni ætlar sær eisini at fylgja væl við, nær útbjóðingar vera í bretskum og norskum øki, tvs. felagið fer ikki bara at avmarka seg til Føroyaøkið. Hetta fer eisini at gera felagið uppaftur meira áhugavert fyri íleggjararnar. Teir fara so eisini at fylgja við, tá 2. umfar verður í føroyskum øki, vónandi í ár 2002 ella 2003.
Hvat viðvíkur 1. útbjóðing so kann Føroya Kolvetni arbeiða saman við einum bólki í einum parti av landgrunninum, meðan tað í einum heilt øðrum parti kann samstarva við onnur feløg. Sostatt vónar Føroya Kolvetni at kunna koma uppí part, tá loyvini verða latin.
Terje Hagevang roknar við stórum áhuga og heldur, at tað er ógjørligt at siga nakað nú, hvørji feløg koma at arbeiða saman og um hvørjar teigar.
Hann leggur dent á, at Føroya Kolvetni vil vera eitt veruligt oljufelag, tvs. sum bæði torir og kann taka ein vága sum harvið eisini kann fáa ein rímuligan part av køkuni, um olja verður funnin. Hvørjar fyrimunir hevur so eitt felag sum Føroya Kolvetni í eini útbjóðing kundi verið spurt.
Terje Hagevang: -Her er talan um eitt føroyskt felag við innliti og royndum frá tí føroyska samfelagnum, har tað jú skal arbeiðast við leiting og framleiðslu. Felagið hevur gott samband við veitarar av vørum og tænastum her á staðnum. Og tað kundi verið áhugavert fyri aðrar bólkar. Men hetta er ikki nóg mikið sjálvandi, og her kunnu vit nú bjóða vitan og ekspertisu, tí vit vita, hvar ?godbidene? eru at finna. Vit hava eisini kapacitet og ekspertisu til tess at kunna gera umsóknina, ikki minst tí, at teksturin í útbjóðingini er sum heintaður frá norsku skipanini.
Nú umsókn skal latast inn og nýggjar seismiskar kanningar skulu gerast og neyðugt verður at útvega felagnum meiri kapital heldur Terje Hagevang, at styrkin hjá felagnum er nettupp breiddin tvs. tú hevur góðar fíggjar- og ídnaðaríleggjarar, sum kunnu viga tungt. Í hesum sambandi eru eisini møguleikar fyri at fáa kompetansu frá fólkum við tilknýti til bæði reiðarívirksemi, flótandi framleiðslu osfr. Brúkt verður modellið hjá DAna, sum er 5 ára gamalt og hevur virðið uppá 2. mia. kr. Roknað verður við 10-15 arbeiðsplássum innan 2til 3. ár.










