Hjørleif var føddur á Tvøroyri, sonur Dánjal Johan Poulsen úr Víkabyrgi og Marin Elisabeth Poulsen úr Øravík.
Eftir hvat ein hevur hoyrt og eisini hvat ein sjálvur kann meta seg til, so vóru ikki peningaríkar tíðir tá Hjørleif
vaks upp, men fyri tað er ikki sagt at peningaríkiligheit nýtist at hava nakað við lívsdygd og lívsvirðir at gera.
Tað kemur mær fyri, at hóast flestu fólk tá í tíðini, ikki høvðu nakað serligt at rutta við, so høvðu tey tað gott.
Tey settu onnur virðir í hásætu. Hetta gav ríkan førning at hava við sær út í lívið, bæði tímuliga og andaliga. At so hevur verið hjá honum við, veit eg. Hjørleif vaks upp, saman við syskjum sínum, hjá góðum foreldrum, ið livdu í nøgdsemi og í trá við tær umstøður í tá vóru galdandi.
Ikki vóru fortreytirnar tær bestu, heilsuliga sætt. Mær er sagt at hann mangan sum drongur og unglingi var sjúkur,
hevði ymisk brek at dragast við, kortini helt hann seg ikki aftur, luttók í tí sum unglingar tá fingust við.
Hann plagi ofta taka til tíðina sum skóti, hvussu rík henda tíðin var. Var ein av teimum mongu ið legði lunnar undir skótahúsið á Tvøroyri. Undir leiðslu av Jóhannis Enni, Henning Thomsen og fleiri, lærdu hesir unglingar nátturuna at kenna sum rættir skótar. Tað var mest sum ikki blettur í Føroyum, teir sum skótar ikki høvðu vitja.
Onkur stuttlig søga er eisini frá hesi tíðini.
Okkurt bragdi er mær sagt frá, ikki av Hjørleifi sjálvum, men øðrum.
Tað var so, at ein drongur var um at drukna á einum vatni í samband við eina skótalegu, Hjørleif var atvoldin at so ikki bleiv við hjálp av einum reipi hann kastaði til viðkomandi. Hjørleif fekk sømdargávu til minnis um hesa hending.
Eisini róði hann í fleiri ár við tí tá so kenda 6-mannafarðinum "Hildur" ið Ólavur Michelsen, "Ólavur á Nellie"
átti. Teir førdu mangt eitt steyp heim til Tvøroyrar. Teir róðu í fleiri ár uttan at tapa ein einasta róður. Seinni róði hann eisini við "Suðringi", ið somuleiðis hevði glæsulig úrslit at vísa á.
Komin til manns var at finna uppá okkurt at gera. Skómakaralæra var helst nakað í passaði til umstøðurnar og so var gjørt, men bert eina tíð. Hann vildi ikki vera ørvísi enn aðrir og luttók tí í øllum fyrifallandi arbeiði. Tá
koyrivegurin millum Tvøroyri og Vág var í gerð, var Hjørleif ein ið har arbeiði.
Her endar fyrri partur av lívinum hjá Hjøleif Poulsen, tað er mest frá hesum tíðarskeiðið, eg havi tey flestu minnini.
Køkurin hjá Dánjal í Víkabyrgi var ofta og títt var ov trongur. Nógv fólk gekk inn, so sum vanligt var tá.
Unglinganir á garðinum savnaðust javnan har, har vóru fyriuttan Hjørleif, - Napoleon, Hanne, Arnfinn, Rudolf, Poul Juul, Teddy, Svend og fleiri. Húsfólkið var sjálvandi eisini. Har var hjartarúm, heitt og hugnaligt. Prátið gekk lætt, søgurnar nógvar og látur var mangan.
So kom eitt tíðarskeið, har ikki var nógv arbeiði á Tvøroyri. So var at leita sær norðuryvir. Tá var Mjørkadalur at fara til. Hjørleif og nógvir aðrir suðringar leitaðu hagar at vinna til lívsins uppihald.
Tá hetta var liðugt, var hann eitt skiftið hjá Peturi Mikkelsen og eitt annað skiftið hjá Peturi í Gong.
Hesa tíð búðleikaðist familjan á Hoydalsvegnum.
Hjørleif fann sær konu úr Kalbak. Saman hava Helga og hann lagt støðið undir eina rættuliga stóra familju, ið síðan hevur verið karmur um tey hesi seinnu árini. Tey hava seinni árini rættuliga kunna notið úrslitið av einum lívi, ið hóast fortreytirnar ikki vóru av teimum bestu, kom at geva teimum viðgongd. Øll 3 børnini, Aksel, Marin Elisabeth og Snorri, hava fest búgv í bygdini og hava ríkað Hjørleif og Helgu við ommu- og abbabørnum, ið koma á gátt hvønn dag.
Helga er úr bóndahúsi og tá gamli bóndin doyði, tóku tey bæði festi uppá seg, við tí fyri eyga, at tá elsti sonurin Aksel varð myndugur, skuldi hann taka við fedrana garðið.
Frá fyrsta degi Hjørleif flutt norðurum, tyktist hon vera neyðugt at vitja suður, helst 2 ? 3 ferðir um árið. Seinni árini, nú hann ikki var so væl til beins, hevði hann fingið sær bil, tá lá serliga væl fyri. Nú kundi hann sjálvur ráða sær, hvar hann fór. Skyldfólk átti hann nógv í Suðuroy, hann vitjaði tey javnan. Her var bilurin aftur hentur. Veit
neyvan nakran, ið hevur havt so nógva gleði av einum bili sum tey bæði Hjørleif og Helga.
Hóast tarnaður av breki ígjøgnum alt lívið, so tók hetta ongantíð móti frá hesum manni.
Eitt ótrúliga lætt sinnalag, stríðsvilji og andaligt støðufesti, bar Hjørleif ígjøgnum lívið, soleiðis at hann helst til seinast kundi siga við seg sjálvan, at hetta legnaðist bara væl kortini.
Røddin aftanfyri tær mongu søgurnar og tann hjartaligi láturin er tagnaður, men bert eitt bil.
Soleiðis fari eg at minnast Hjørleif Poulsen.
Dan