sum eisini hevur verið at fingið til keyps í Føroyum. Talan er um "REMA 1000 Brombær marmelade" har nettovektin er 400 gramm og haldførið er sett til 1. mars í 2018. Kodan er 01.03.2018 2, og EAN strikukotan [...] Og orsøkin til ávaringina, er, at eitt viðskiftafólk hevur boðað frá, at tað hevur funnið glaspetti í einari krukku, og sostatt er súltutoyið sjálvsagt ikki gott at eta. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir [...] keypt krukkur við hesum slagi av súltutoyi, um at tveita tær burtur, ella um at lata tær inn aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.
á heimsmarknaðinum. Í fjør spældi Lukas Graham tríggjar konsertir í Føroyum. Hann spældi á Summar Festivalinum í august, og í oktober hevði hann tvær konsertir í høllini á Hálsi í Havn. [...] á almenna enska hitlistanum. Tað er sangurin 7 Years, sum stendur seg so væl í Onglandi og nógva aðrastaðni kring heimin. Í USA er Lukas Graham eisini á veg fram, og har er sangurin komin inn á viðurkenda
- Flestu línuskip eru til fiskiskap. Øll eru undir Føroyum, men fiskiskapurin er ikki nøktandi. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, men nøkur fáa mest av longu og brosmu. Tað vita tey á [...] Fiskamarknaði Føroya at siga. - Eitt skip landar mánadagin, og fleiri koma inn at landa seinni í vikuni. Onkur er nýliga byrjaður túr og kemur tí neyvan inn aftur hesa vikuna. Um útlitini til útróður, [...] heldur ivasamt. - Tí er eisini eitt sindur ivasamt, um nakað verður av útróðri, men møguliga seint í vikuni, sum kemur, fáa bátarnir helst onkran túr, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
ardyst móti Ungarn í Budapest. Fyri ein, sum er við í føroyska ferðalagnum til Budapest, hevur dysturin heilt serligan týdning. Andras Gango – sum dagliga spælir fyri NSÍ í Føroyum – er nevniliga føddur [...] føddur og uppvaksin í Ungarn. Andras Gango var fyrr í morgun í ungverska sjónvarpinum, har hann saman við fyrrverandi føroyska landsliðsleikaranum, Christian Høgna Jacobsen, greiddi frá um landsdystin millum [...] millum Ungarn og Føroyar. Í Sosialinum sum kemur út í dag, er longri samrøða við Andras Gango. Í samrøðuni lýsir Andras Gango hvussu serligur dysturin millum Ungarn og Føroyar er fyri hann, umframt at hann
Ungarn og Føroyar hóskvøldið. Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum sigur í kvøld við in.fo. - Vit fingu eini boð í flogfarinum á veg til Budapest, at meðan kæran hjá Ungarn verður viðgjørd [...] Fótbóltssambandið hevði annars ætla at selt fleiri pláss í leiguflogfarinum til Budapest. Men av tí at eingir áskoðarar sluppu á leikvøllin, var áhugin í Føroyum lítil. [...] UEFA hevur í kvøld boðað Fótbóltssambandinum frá, at Ungarn hóast alt sleppur at hava áskoðarar til dystin í Budapest hóskvøldið. Ungarn kærdi avgerðina um áskoðarabannið, og málið er fyribils útsett,
nú, tí í dag vitjar síðsta ferðamannaskipið á Havnini í ár. Talan er um skipið Sea Spirit, ið í gjár sigldi suður gjøgnum Djúpini og setti ferðafólk av í Gjógv og Elduvík. Í dag liggur skipið í Nólsoyarfirði [...] ferðin gongur víðari til Hetlands og Orknoyggjarnar. Talan er tó ikki um síðsta ferðamannaskipið í Føroyum í ár, tí ferðamannaskipið Aida Mar vitjar eftir ætlan Klaksvíkina 23. oktober. Pláss er fyri 116
Bæði tey sterku føroysku umboðini vunnu í kappingini North Isles Strongest Man, sum varð hildin í Lerwick í Hetlandi leygardagin. Bjarni Nielsen vann kappingina við fýra stigum, meðan Óli Arnfríðuson Andresen [...] tveir menn avstað, og báðir vinna, sigur hann við Shetland News. Luttakararnir í ár vóru úr Hetlandi, Orknoyggjunum og Føroyum og komandi ár er talan um at fáa sterkar menn úr Íslandi at luttaka eisini. [...] Andresen varð besti nýkomarin. Bjarni Nielsen sigur við Shetland News, at hann meiðslaði knæið longu í fyrstu kappingini, men stríddi seg gjøgnum pínuna. - Tað gekk væl. Eg vann kappingina, so eg kann ikki
ikki dagligur gestur í Vestmanna, og skipið plagar heldur ikki at landa í Vestmanna, men her liggur skipið trygt og væl. Á havnarskrivstovuni í Vestmanna verður sagt, at bryggjan, sum í sínari tíð varð rópt [...] tryggasta staðið í Føroyum hjá skipum at liggja. - Teir, sum eiga Atlantsfarið, bóðu um bryggjupláss, men søgdu seg ikki vita, hvussu leingi skipið verður liggjandi á Vestmanna. Dánial Johansen í Miðvági, sum [...] sum varðar av Atlantsfarinum, sigur, at fiskurin í løtuni er smáur og fullur í æti, og tí verður skipið helst liggjandi í nakrar dagar.
hjá FIFA er av álvara farið í gongd. Í dag hava fleiri av valevnunum verið savnað í Keypmannahavn, har teir hava ført valstríð á einum fundi við umboðum fyri fótbóltssambondini í Danmark, Finnlandi, Íslandi [...] bin Ibrahim Al Khalifa úr Bahrain var einasta forsetavalevnið, sum ikki var í Keypmannahavn í kvøld og legði síni sjónarmið fram í strembanini eftir at vinna forsetavalið, sum verður 26. februar næsta ár [...] Íslandi, Noregi, Svøríki og Føroyum. Til staðar á fundinum vóru Jerome Champagne, Prince Ali bin al-Hussein, Gianni Infantino og Tokyo Sexwale, sum allir bjóða seg fram at taka við eftir Sepp Blatter, sum
Svimjiítróttin hevur í mong ár tosað um, at stórur tørvur er á at byggja 50 metra svimjihylar í Føroyum. Nú batnar støðan skjótt. Langhylurin í Pálshøll opnaði í heyst og Bogi Andreasen, býráðslimur, sigur [...] sigur, gongd er á við arbeiðinum at byggja nýggjan langhyl í Havn. - Peningurin til langhylin er játtaður og ein arbeiðsbólkur situr við uppgávuni, sigur Bogi Andreasen. Ætlanin er, at langhylurin skal [...] arbeiði kann byrja. - Tílíkar verkætlanir taka altíð tíð og kanska serliga, tá fólk mugu flytast, sum í hesum føri, sigur Bogi Andreasen.