Kend andlit í ungarska sjónvarpinum

Fyrr í morgun vóru tvey kend føroysk andlit í ungarska sjónvarpinum

Føroyar skulu hóskvøldið spæla undankappingardyst móti Ungarn í Budapest. Fyri ein, sum er við í føroyska ferðalagnum til Budapest, hevur dysturin heilt serligan týdning. Andras Gango – sum dagliga spælir fyri NSÍ í Føroyum – er nevniliga føddur og uppvaksin í Ungarn.

 

Andras Gango var fyrr í morgun í ungverska sjónvarpinum, har hann saman við fyrrverandi føroyska landsliðsleikaranum, Christian Høgna Jacobsen, greiddi frá um landsdystin millum Ungarn og Føroyar.

 

Í Sosialinum sum kemur út í dag, er longri samrøða við Andras Gango. Í samrøðuni lýsir Andras Gango hvussu serligur dysturin millum Ungarn og Føroyar er fyri hann, umframt at hann peikar á styrkir og veikleikar hjá mótstøðuliðnum.

 

Til ber at keypa Sosialin online á hesari leinkjuni.