Síðani apríl hevur tað verið ein vanlig sjón hjá havnarfólkum at vakna til, at stór ferðamannaskip liggja við bryggju frá morgunstundini av. Tað fær ein fyribils enda nú, tí í dag vitjar síðsta ferðamannaskipið á Havnini í ár.
Talan er um skipið Sea Spirit, ið í gjár sigldi suður gjøgnum Djúpini og setti ferðafólk av í Gjógv og Elduvík. Í dag liggur skipið í Nólsoyarfirði, áðrenn ferðin gongur víðari til Hetlands og Orknoyggjarnar.
Talan er tó ikki um síðsta ferðamannaskipið í Føroyum í ár, tí ferðamannaskipið Aida Mar vitjar eftir ætlan Klaksvíkina 23. oktober.
Pláss er fyri 116 ferðafólkum og 72 starvsfólkum umborð á Sea Spirit, ið er 90,6 metrar til longdar og 15,3 metrar breitt.