Familjan ákærir amerikansku stjórnina fyri dráp uttan rættargongd í stríð við altjóða lóg, skrivar The Guardian.
Kæran er latin millumamerikansku mannarættindanevndini IACHR.
Tað er fyrsta alment kenda kæran um seinastu álopini á bátar út fyri strondini í Suðuramerika, har USA hevur dripið í minsta lagi 83 fólk undir Donald Trump forseta.
Amerikanska stjórnin sigur, at álopini eru ein roynd at gera nakað við umfatandi rúsevnahandilin.
/Ritzau/











