Valstríðið til forsetavalið hjá FIFA er av álvara farið í gongd. Í dag hava fleiri av valevnunum verið savnað í Keypmannahavn, har teir hava ført valstríð á einum fundi við umboðum fyri fótbóltssambondini í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Føroyum.
Til staðar á fundinum vóru Jerome Champagne, Prince Ali bin al-Hussein, Gianni Infantino og Tokyo Sexwale, sum allir bjóða seg fram at taka við eftir Sepp Blatter, sum hevur verið fyri hvøssum atfinningum og hevur lagt forsetasessin frá sær.
Sheikh Salman bin Ibrahim Al Khalifa úr Bahrain var einasta forsetavalevnið, sum ikki var í Keypmannahavn í kvøld og legði síni sjónarmið fram í strembanini eftir at vinna forsetavalið, sum verður 26. februar næsta ár.










