UEFA hevur í kvøld boðað Fótbóltssambandinum frá, at Ungarn hóast alt sleppur at hava áskoðarar til dystin í Budapest hóskvøldið.
Ungarn kærdi avgerðina um áskoðarabannið, og málið er fyribils útsett, soleiðis at áskoðarar vera til dystin millum Ungarn og Føroyar hóskvøldið.
Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum sigur í kvøld við in.fo.
- Vit fingu eini boð í flogfarinum á veg til Budapest, at meðan kæran hjá Ungarn verður viðgjørd, stendur bannið ikki við.
Fyri Fótbóltssambandið kemur tað ógvuliga illa við, at boðini komu so seint. Fótbóltssambandið hevði annars ætla at selt fleiri pláss í leiguflogfarinum til Budapest. Men av tí at eingir áskoðarar sluppu á leikvøllin, var áhugin í Føroyum lítil.