Roynist ikki hjá línuskipum í løtuni

Flestu ísfiskalínuskip eru til fiskiskap. Øll eru undir Føroyum, men fiskiskapurin er ikki nøktandi.

- Flestu línuskip eru til fiskiskap. Øll eru undir Føroyum, men fiskiskapurin er ikki nøktandi. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, men nøkur fáa mest av longu og brosmu.

 

 Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

- Eitt skip landar mánadagin, og fleiri koma inn at landa seinni í vikuni. Onkur er nýliga byrjaður túr og kemur tí neyvan inn aftur hesa vikuna.

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður hampiligur, men veðrið verður heldur ivasamt.

 

- Tí er eisini eitt sindur ivasamt, um nakað verður av útróðri, men møguliga seint í vikuni, sum kemur, fáa bátarnir helst onkran túr, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.