Atlantsfarið liggur væl í Vestmanna

- Fiskurin er smáur og fullur í æti, og tí verður skipið helst liggjandi í nakrar dagar, sigur Dánial Johansen.

Fyrrakvøldið kom uppsjóvarskipið Atlantsfarið á Vestmanna at liggja. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Fyrrakvøldið kom uppsjóvarskipið Atlantsfarið á Vestmanna, har skipið kemur at liggja, til loyst verður aftur til fiskiskap einaferð seinni.

Atlantsfarið er annars ikki dagligur gestur í Vestmanna, og skipið plagar heldur ikki at landa í Vestmanna, men her liggur skipið trygt og væl. 

Á havnarskrivstovuni í Vestmanna verður sagt, at bryggjan, sum í sínari tíð varð rópt "fallitkrókurin", er eitt hitt tryggasta staðið í Føroyum hjá skipum at liggja.

- Teir, sum eiga Atlantsfarið, bóðu um bryggjupláss, men søgdu seg ikki vita, hvussu leingi skipið verður liggjandi á Vestmanna.

Dánial Johansen í Miðvági, sum varðar av Atlantsfarinum, sigur, at fiskurin í løtuni er smáur og fullur í æti, og tí verður skipið helst liggjandi í nakrar dagar.