Lukas Graham toppar í Onglandi

Aðru vikuna á rað er danski poppbólkurin Lukas Graham nummar 1 á almenna enska hitlistanum

Aðru vikuna á rað er danski poppbólkurin Lukas Graham nummar 1 á almenna enska hitlistanum.

Tað er sangurin 7 Years, sum stendur seg so væl í Onglandi og nógva aðrastaðni kring heimin. Í USA er Lukas Graham eisini á veg fram, og har er sangurin komin inn á viðurkenda Billboard hitlistan, har sangurin er nummar 35 hesa vikuna.

Á Spotify hevur sangurin nú fleiri enn hundrað milliónir stroymingar.

25. mars verður seinna útgávan hjá Lukas Graham, sum longu hevur hittað stórt á okkara leiðum, givin út á heimsmarknaðinum.

Í fjør spældi Lukas Graham tríggjar konsertir í Føroyum. Hann spældi á Summar Festivalinum í august, og í oktober hevði hann tvær konsertir í høllini á Hálsi í Havn.