Svimjiítróttin hevur í mong ár tosað um, at stórur tørvur er á at byggja 50 metra svimjihylar í Føroyum. Nú batnar støðan skjótt.
Langhylurin í Pálshøll opnaði í heyst og Bogi Andreasen, býráðslimur, sigur, gongd er á við arbeiðinum at byggja nýggjan langhyl í Havn.
- Peningurin til langhylin er játtaður og ein arbeiðsbólkur situr við uppgávuni, sigur Bogi Andreasen.
Ætlanin er, at langhylurin skal byggjast vestanfyri verandi hylar og at svimjihøllin tí skal útbyggjast vestureftir. Trupulleikin er, at har liggur ÍSF-húsið, og tey mugu tí fyrst finna nýggj høli, áðrenn arbeiði kann byrja.
- Tílíkar verkætlanir taka altíð tíð og kanska serliga, tá fólk mugu flytast, sum í hesum føri, sigur Bogi Andreasen.