r, sum vóru gjørdar í høvuðsstaðnum, vísa, at tað ongantíð áður hevur verið so heitt sum í fjør. Dansk Meteorologisk Institut (DMI) hevur hevur roknað út, at miðalhitin í Havnini í 2003 var 7,7 hitastig [...] hitamálingarnar byrjaðu. ? Tað var óvanliga heitt í fjør. Tað er ikki bara tí, at tað er eitt gott summar, men líka so nógv tí, at aðrir mánaðir vóru heitari enn vanligt, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur [...] ov tíðliga at siga við vissu, heldur John Cappelen, veðurfrøðingur hjá DMI, sum hevur gjørt útrokningina av hitanum í Havn. ? Vit fylgja væl við broytingunum, men skulu eisini minnast til, at tað framhaldandi
Tað var eisini stuttligt at uppliva, at tá ið vit fóru út á vøllin at hyggja eftir umstøð-un-um áðrenn dystin, var danski venjarin Richard Møller Nielsen tann fyrsti, sum kom at heilsa uppá okkum. Eisini [...] ? Tað er sera spennandi at sleppa at døma ein slíkan dyst. Alt rundan um er serligt, men tá ið dysturin er bríkslaður í gongd, so er tað sum við øllum øðrum dystum. Eg royni at konsentrera meg um dystin [...] Reyðu Stjørnu. Har kom ein eldri kona at spyrja hann, um hann var úr Føroyum. Jú, tað var hann. Hon kendi ein bý í Føroyum, og tað var Klaksvík. Orsøkin til tað var, at KÍ í 2000 spældi undandyst í Champions
vit fingu flutt til hóskvøld, og tað hava vit so hildið síðan. Tað var eiðasørt, at tað bar til at fáa tey smáu at koma at svimja, meðan Emil var í sjónvarpinum. So har máttu vit víkja, minist hon. Hetta [...] úgunda ári skuldi koma í hylin. Døturnar báðar vóru longu byrjaðar at svimja, og bæði abba- og langabbabørn hjá Henry vóru eisini at síggja í hylinum. Tá øll vóru komin útí, fór húsav´ørðurin við einum [...] meðan tey liggja og skvambla niður við kantinum, eftir at hava fingið blómuheilsanina frá húsavørðinum. ?Vit byrjaðu fríggjakvøld. Men so fór Sjónvaprið at vísa Emil úr Lønnebergi júst ta tíðina, vit høvdu
um úrslitið ikki var ein sigur. Leiðslan eigur á pappírinum at vera nóg mikið til at tryggja finalusessin, men greið tekin eru enn um, at liðið ikki hevur vunnið seg heilt úr aldudalinum. Og tað verður [...] hevði VB/Sumba ongan hug at geva seg yvir, tá teir spældu hálvfinalu móti meistarunum úr HB. HB hevur í sínum lag verið í einum aldudali, og fyri ein part var eisini sjónligt, at liðið enn ikki er komið [...] var tað Birgir Jørgensen, og hesa ferð var eingin at bjarga HB, tá frísparksinnleggið hjá Ble varð stútað í kassan. Kundu økt Tað var vátur vøttur at fáa hjá HB, og tað skuldi eisini gerast verri. Eitt
rørslurnar, hvussu samspælið er millum teirra, og hvussu væl teir duga at føra fram. Tað var rættiliga yvirraskandi at síggja, at innanhýsis munurin millum liðini var so stórur, sum hann var hesaferð. [...] fimleikarunum. Hæakkað støði Hetta er annað árið, at skipað verður fyri føroyameistarakapping í estetiskum fimleiki, og sigast kann ikki annað enn, at fimleikaliga støðið er ótrúliga nógv hækkað. Bæði [...] mánaðar. Størsti munurin á Havnar Fimleikafelag og hinum liðunum fríggjadagin var, at genturnar hjá Havnar Fimleikafelag tyktust at vera í betri tekniskari venjing. Tær høvdu meira yvirskot og vóru tryggari í
við sær, at Aganevnd og Yvirkærunevnd skuldu veljast. Í Aganevndini, sum avloysir kærupartin av Kappingarnevndini, er ikki loyvi hjá limunum at hava aðrar nevndarsessir í FSF, og tí var greitt, at nýtt blóð [...] blóð nú kemur at viðgera kærur innan føroyskan fótbólt. Fyri at skapa kontinuitet innan nevndararbeiðið, er framferðin í slíkum førum aloftast, at í øllum førum ein – og kanska tveir – av fyrrverandi n [...] eisini vera eitt fiks taktisk manøvra, at Jens Erik Magnussen varð settur í uppskot. Við valinum av honum í tí heilt tungu Yvirkærunevndina syrgdi FSF nevnliga fyri, at kontinuiteturin hóast alt er til staðar
beinanvegin er pláss fyri á a-landsliðnum, at royna seg í altjóða avbjóðingum, har teir verða roknaðir millum berandi spælararnar. Tað eigur at verða mennandi og spennandi. At hetta eisini verður hent síðsta lið [...] eg roknað við, at mótstøðan fór at líkjast tí, tá ið vit við eitt nú U17 og U19 hava spælt ímóti brøðratjóðum okkara, sigur Bill Jacobsen. U19 landsliðið skal í oktober til Bulgaira at spæla EM undankapping [...] - Hetta er spennandi og stór avbjóðing. Tað er altíð møguleiki fyri, at okkurt stigið kann vinnast á heimavølli. Tá ið vit fara at vitja stóru mótstøðutjóðirnar, verður uppgávan øgilig. Men fram um alt
ábendingarnar um, at tær ætlaðu sær meiri enn fjórða plássið. Í handavend tók Páll Fangi seg fram á næstfremsta plássið, og eina løtu tóktist tað sum um, at tað skuldi hepnast teimum at fara eftir Jarnbardi [...] góðan start. Lómur av Argjum royndi eina løtu at hanga uppií, men hálvi skuturin gjørdist skjótt til heilan skut, og so var spurningurin bara, hvør fór at vinna næstfremsta plássið. Jarnbardur fór spakuliga [...] spurningurin, um tær fara at taka eitt tørn afturat. Eftir ólavsøkuróðurin eru tað ivaleyst fleiri umborð á Jarnbardi, sum tað eisini eru umborð á so nógvum øðrum bátum, ið hava besta hugin at gevast. Men tað er
eldru leikarunum, at teir hava verið noyddir til at víkja fyri yngri kreftum. og eitt nú hevur miðvallarin, Michael Chrysostomos úr Apoel FC, trekt seg úr kypriotiska landsliðshópinum, tí at hann er ikki nøgdur [...] og tað var ógvuliga striltið hjá ungum kypriotum at sleppa framat. Nú hevur so verið arbeitt miðvíst við at menna ungdómsarbeiði, og tað hevur víst seg at geva góð úrslit, tí ein alsamt vaksandi partur av [...] nøgdur við at verða eykamaður. Tað hevur verið arbeitt dúgliga við heimligu kappingini á Kypros seinnu árini, so at fleiri ungir kypriotiskir leikarar sluppu framat. Fyri okkurt um 10-15 árum síðani var
starvsfólkini bera uppi: Tann menniskjaliga orkan. Framtíðin krevur amboð til at menna og gagnnýta ta menniskjaligu orkuna til fulnar, so at øll í fyritøkuni arbeiða til frama fyri felags málum. Tí er HRM ? human [...] starvsfólkaleiðslu og -menning. Endamálið er at geva luttakarunum innlit í nøkur av týdningarmestu evnunum innan fyri HRM í dag. Serligur dentur verður lagdur á at viðgera sambandið mill-um handilsstrategi [...] eftir, hvussu til ber at skipa sína HRM-funktión. Dagarnir eru skipaðir við kjakuppleggum, kjaki, fyrilestrum, arbeiði við dømum og umbýti av vitan millum luttakararnar. Til ber eisini at tosa um og viðgera