Hvussu gagnnýta vit best ta menniskjaligu orkuna

TÍÐINDASKRIV

Seminar um "Human Resource Management" verður á Hotel Føroyum 21. og 22. oktober, sum ráðgevingarfyritøkan Hugin skipar fyri




Tann avgerandi tátturin í kappingarførleikanum hjá eini fyritøku er tað tilfeingið, sum starvsfólkini bera uppi: Tann menniskjaliga orkan.
Framtíðin krevur amboð til at menna og gagnnýta ta menniskjaligu orkuna til fulnar, so at øll í fyritøkuni arbeiða til frama fyri felags málum. Tí er HRM ? human resource management ? vorðið eitt umráðandi amboð hjá leiðslum á fyritøkum og stovnum, almennum sum privatum. Í døgunum 21. og 22. oktober skipar ráðgevingarfyritøkan Hugin fyri einum seminari um hetta hugtak á Hotel Føroyum.
Hugin er ein ráðgevingarfyritøka, sum fæst við heildarmenning av fyritøkum við útgangsstøði í tørvinum og orkuni hjá einstøku fyritøkuni. Grundsjónarmiðið er, at lykilin til framburð liggur í vitanini hjá teimum, ið longu eru í fyritøkuni.
Hugin (spf.) varð stovnað og fór til verka í mai 2003, og fyritøkan hevur síðan ráðgivið bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum.
Seminarið um HMR vendir sær serliga til stjórar, leiðarar og starvsfólk, ið dagliga fáast við starvsfólkaleiðslu og -menning. Endamálið er at geva luttakarunum innlit í nøkur av týdningarmestu evnunum innan fyri HRM í dag. Serligur dentur verður lagdur á at viðgera sambandið mill-um handilsstrategi hjá eini fyritøku og HRM. Hugt verður eisini eftir, hvussu til ber at skipa sína HRM-funktión.
Dagarnir eru skipaðir við kjakuppleggum, kjaki, fyrilestrum, arbeiði við dømum og umbýti av vitan millum luttakararnar. Til ber eisini at tosa um og viðgera tína egnu fyritøku, hvar hon er stødd í hesum høpi, og hvussu farið verður víðari.
Við at luttaka á skeiðnum fært tú svarað einari røð av spurningum: Hvussu verður HRM-politikkurin samskipaður við handilsstra-tegi. Hvussu rationaliserar fyritøkan á ein skilagóðan hátt. Hvussu tryggjar eitt virki sær tey røttu fólkini. Hvørji amboð eru til tess, og hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir. Hvussu skapar fyritøkan eina góða menningar- og útbúgvingarætlan fyri starvsfólk. Hvør skal gjalda. Og mangt annað.
Stutt sagt er seminarið ætlað at vera íblástur og kanska ein lopfjøl hjá eini fyritøku at viðgera sína støðu til Human Resource Management. Bæði hjá teimum fyritøkum, ið longu hava eina líknandi funktión, og teimum, ið vilja hava eina.
Undirvísarar verða Henrik B. Sørensen og Steinbjørn Hardlei:
?Henrik B. Sørensen er cand. merc og Ph.D í organisatión á deildini fyri virkisleiðslu á Århus Universiteti. Hann er ráðgevi fyri fleiri danskar fyritøkur og er vanur at halda fyrilestrar um evnið.
?Steinbjørn Hardlei er Ba. Oceon í virkisbúskapi frá Árhus Universiteti og hevur altjóða serútbúgv-ing í broytingarleiðslu á Professional Development Institute í Belgia. Hann er stovnari og stjóri í fyritøkuni Hugin.

Meira fæst at vita um tilmelding o.a. á heimasíðuni hugin.fo.