Lassin leiddi í Beograd

? Tað er sera spennandi at døma altjóða dystir, men tá ið dysturin er bríkslaður í gongd, so er tað sum við øllum øðrum dystum. Eg royni at konsentrera meg um dystin og døma so væl, sum eg kann, sigur fótbóltsdómarin Lassin Isaksen, sum í síðsta mánaði dømdi sín altjóða dyst nummar 40

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyskur dómarabólkur stendur á odda fyri einum altjóða dysti á hægsta stigi.
Nemus Napoleon Djurhuus royndi seg í A-landsdysti í nítiárunum, og seinnu árini hevur Lassin Isaksen tvær ferðir leitt A-landsdystir í HM-undankapp-ing.
Seinnu ferð var í síðsta mán-aði, tá ið hann dømdi dystin millum Seriba & Montenegro og San Marino, sum varð spældur í Beograd.
? Tað er sera spennandi at sleppa at døma ein slíkan dyst. Alt rundan um er serligt, men tá ið dysturin er bríkslaður í gongd, so er tað sum við øllum øðrum dystum. Eg royni at konsentrera meg um dystin og døma so væl, sum eg kann, sigur Lassin Isaksen.
Strangt eftirlit í Ísrael
Fótbóltsdómarin úr Klaksvík hevur síðan 1996 dømt altjóða dystir. Fyrst og fremst hava tað verið ungdómslandsdystir, men eisini Intertoto Cup, UEFA Cup og so A-landsdystir sum tann í Beograd, ið var dystur nummar 40 hjá Lassin í altjóða kapping.
? Eg havi dømt nógvar góðar U21-landsdystir, og við hvørt hava tað verið nógv fólk og hugt. Til dømis í Russlandi, har tað vóru yvir 10.000 fólk, sigur Lassin.
Tann fyrri A-landsdysturin hjá honum var millum Ísrael og Liktinstein, og tá upplivdi Lassin, hvussu strangt trygdareftir-litið var í sambandi við lands-dystir í Ísrael.
? Tað var eisini stuttligt at uppliva, at tá ið vit fóru út á vøllin at hyggja eftir umstøð-un-um áðrenn dystin, var danski venjarin Richard Møller Nielsen tann fyrsti, sum kom at heilsa uppá okkum.
Eisini kenningar í Beograd
Fótbóltsheimurin er lítil, og tað upplivdi Lassin Isaksen aftur í Beograd. Tá ið hann var komin til Beograd, ringdi telefonin og í horninum var Tomislav Sivic, sum í fleiri ár var venjari í Føroyum ? í Vági, Havn og Klaksvík.
Teir báðir hittust eina løtu, og tað vísti seg eisini, at Sivic skuldi verða viðmerkjari hjá sjónvarpsstøðini, sum sendi dystin beinleiðis.
Eftir dystin, sum var spældur á tí stóra leikvøllinum hjá Reyðu Stjørnu í Beograd, var Lassin boðin inn á eitt savn hjá Reyðu Stjørnu. Har kom ein eldri kona at spyrja hann, um hann var úr Føroyum. Jú, tað var hann. Hon kendi ein bý í Føroyum, og tað var Klaksvík.
Orsøkin til tað var, at KÍ í 2000 spældi undandyst í Champions League ímóti júst Reyðu Stjørnu, og eitt av minnunum frá hesum dystinum, sum varð goymt á savninum, var eitt steyp við eini serligari áskrift um dystin.
Tvey ár eftir
Lassin Isaksen hevur dømt í 1. deild í Føroyum síðani 1990, og hann hevur verið altjóða dómari síðani 1996. Síðani hevur hann á hvørjum ári verið uttanlands til uppgávur hjá UEFA ella FIFA.
Aldursmarkið hjá dómarum í altjóða kappingum er 45 ár, og Lassin hevur tí tvey ár eftir at døma í altjóða fótbólti.