Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn var fríggjakvøldið karmur um kappingina um føroyameistaraskapin í estetiskum fimleiki. Longu ein tíma áðrenn kappingina var høllin næstan fullsett av spentum áskoðarum, og teir blivu avgjørt ikki skuffaðir av framúrskarandi framførslunum hjá fimleikarunum.
Hæakkað støði
Hetta er annað árið, at skipað verður fyri føroyameistarakapping í estetiskum fimleiki, og sigast kann ikki annað enn, at fimleikaliga støðið er ótrúliga nógv hækkað. Bæði fyriskiparar, hjálparfólk, dómarar, venjarar og fimleikarar hava rættiliga funnið stevið, og hetta ger, at framtíðarútlitini fyri estetiska fimleikinum í Føroyum tykjast bjørt.
Karmarnir um kappingina vóru sera góðir. Ítróttarhøllin var vakurt pyntað við blómum og øðrum, og fimleikagólvið, sum rættiliga var sett í fokus við ljósum, var ein góð ramma til vøkru heildarmyndina, sum fimleikararnir skapaðu við rørslum, búnum og tónleiki.
Trý gentulið frá Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag kappaðust fríggjakvøldið. Liðini høvdu øll eina framúr góða framførslu, og genturnar hjá Havnar Fimleikafelag, sum vóru síðstar á gólvinum, fullgjørdu fimleikaupplivingina hjá áskoðarunum. Tær struku avstað við sigrinum og fingu meira enn hálvtannað stig meira enn liðið hjá Støkk, sum endaði á øðrum plássi. Genturnar hjá Ljósinum endaðu á triðja plássinum.
Í estetiskum fimleiki eru trý øki, sum dómararnir hyggja eftir. Fríggjadagin vóru tveir dómarar, ið dømdu tekniskt, tað vil siga, um genturnar megna at gera ymisku teknisku krøvini til ymisku rørslurnar, javnvágirnar og støðurnar. Tríggir dómarar dømdu listarligt; teir hyggja millum annað eftir, hvussu væl rørslurnar hóska til tónleikin, hvussu heildarmyndin er, og hvussu væl venjarin hevur dugað at leggja støðið til fimleikararnar. Triðja dømingin er fyri framførsluna, og har sótu eisini tríggir dómarar og dømdu. Í dømingini um framførsluna verður hugt eftir, hvussu væl fimleikararnir fylgjast, hvussu væl teir útføra ymisku rørslurnar, hvussu samspælið er millum teirra, og hvussu væl teir duga at føra fram.
Tað var rættiliga yvirraskandi at síggja, at innanhýsis munurin millum liðini var so stórur, sum hann var hesaferð. Sammet við steypakappingina, sum var í Klaksvík síðst í januar, vóru karakterirnir væl lægri, og munurin innanhýsis millum liðini var eisini størri enn seinast. Hetta vísir, hvussu nógv kann henda eftir einans tveir mánaðar.
Størsti munurin á Havnar Fimleikafelag og hinum liðunum fríggjadagin var, at genturnar hjá Havnar Fimleikafelag tyktust at vera í betri tekniskari venjing. Tær høvdu meira yvirskot og vóru tryggari í sínari framførslu. Hesin munurin sást eisini aftur í dømingini, har Havnar Fimleikafelag fekk 1,10 stig fleiri enn hini bæði liðini, sum tó eisini hava tikið seg sera nógv fram síðani kappingina í fjør.
Genturnar hjá Havnar Fimleikafelag kunnu nú gleða seg til at fara til Finnlands seinni í hesum mánaðinum at kappast í einari altjóða kapping í estetiskum fimleiki, har tveir av føroysku dómarunum eisini skulu døma.