2003 var eitt óvanliga heitt ár í Føroyum, og mátingarnar, sum vóru gjørdar í høvuðsstaðnum, vísa, at tað ongantíð áður hevur verið so heitt sum í fjør.
Dansk Meteorologisk Institut (DMI) hevur hevur roknað út, at miðalhitin í Havnini í 2003 var 7,7 hitastig, og hetta er hægsti miðalhitin, sum er máldur síðani 1873, tá ið hitamálingarnar byrjaðu.
? Tað var óvanliga heitt í fjør. Tað er ikki bara tí, at tað er eitt gott summar, men líka so nógv tí, at aðrir mánaðir vóru heitari enn vanligt, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sum metir um veðrið fyri Sosialin.
? Heistasti dagur í apríl mánaði í fjør var Skírisdagur, tá tað vóru heilti 18, 3 hitastig. Tað var sum ein góður summardagur, greiðir hann frá.
Alsamt heitari
Mátingarnar fyri árini frá 1961 til 1990 vísa, at miðalhitin í Havn var 6,6 hitastig, men seinastu árini hevur miðalhitin fleiri ferðir verið hægri, enn vanligt var.
Í 1997 var miðalhitin 7,2 hitastig, og seinastu trý árini hava øll verið yvir miðal. 6.7 stig í 2001, 7,4 í 2002 og so 7,7 í 2003.
DMI ger onga niðurstøðu um, hví tað er vorðið heitari í Føroyum.
? Um tað er ein avleiðing av globalu hitingini er framvegis ov tíðliga at siga við vissu, heldur John Cappelen, veðurfrøðingur hjá DMI, sum hevur gjørt útrokningina av hitanum í Havn.
? Vit fylgja væl við broytingunum, men skulu eisini minnast til, at tað framhaldandi fara at verða sett veðurmet kring heim í framtíðini, sigur hann.
Fór at vaksa við sóltímum
DMI hevur mált hita í Føroyum síðani 1873, og í dag verður hitin máldur í Havn, Mykinesi, Fugloy og Akrabyrgi.
Harafturat verður veðrið eisini mált á flogvøllinum, men tað er ikki av DMI.
Petur Skeel Jacobsen skrivaði í fjør bók um veðrið í Føroyum síðani 1875, og hann gjørdi upp, hvussu nógvir sóltímar hava verið í Havn. Har eru ábendingar um, at føroyingar hava fingið meira sól seinastu 20 árini.
? Í fleiri ártíggjund minkaðu sóltímarnir í Føroyum, men í 1981 kom vend í, og tá fór aftur at vaksa við sóltímum, sigur hann.
Eisini heitari í Grønlandi
DMI hevur eisini gjørt upp, hvussu hitin var í Grønlandi í fjør, og har var eisini talan um eitt óvanliga heitt ár.
Í Pittuffik í Útsynningsgrønlandi var hitin tann hægsti síðani 1948, og í Tasiilaq heitasta árið síðani 1895. Fleir aðrastaðni var eisini millum heitastu ár í Grønlandi nakrantíð.
Í bygdini Nuussuaq í Upernavík Kommunu merkir veiðimenninir, at hitin er hægri enn vanligt. Har darvar økti hitin veiðini hjá teimum, tí ísurin kemur seinni á árinum, og veðrið er óstøðugt seinni á árinum, og tí eru færri dagar, har teir kunnu veiða.
Í dag roknar DMI við millum 6 og 8 hitastig kring landið.