Nú hongur føðiketan saman

U21 landsliðið er nýggjasta skotið á fýra stiga ketuni, ið eigur at menna spælarar til altjóða avbjóðingarnar, sum tað tykist føroyingum torført at fáa bilbukt við

- Hetta er spennandi og stór avbjóðing. Tað er altíð møguleiki fyri, at okkurt stigið kann vinnast á heimavølli. Tá ið vit fara at vitja stóru mótstøðutjóðirnar, verður uppgávan øgilig. Men fram um alt er hetta gylt høvi hjá ungum profilum í Formula deildini, sum tað ikki beinanvegin er pláss fyri á a-landsliðnum, at royna seg í altjóða avbjóðingum, har teir verða roknaðir millum berandi spælararnar. Tað eigur at verða mennandi og spennandi. At hetta eisini verður hent síðsta lið í føðiketuni til a-landsliðið er so upplagt.
Orðini eigur Bill Jacobsen, sum saman við Heðini Askham er venjari hjá U-21 landsliðnum. FSF hevur fyri fyrstu ferð bjóðað U21 landsliðið fram at taka lut í EM undankapping. Føroyar eru í bólki við so frægum fótbóltstjóðum sum Grikkalandi, Italia og Kroatia umframt Albania og Aserbadjan.
Evnini til nýggja liðið skulu finnast millum spælarar, ið eru føddir í 1986 og seinni enn so. Millum uppløgd evni eru eitt nú Arnbjørn Hansen í EB/Streymi, Jónas Þór Næs í danska AB, Símun Louis Jacobsen í GÍ, Páll M. Joensen og Emil N. Leifsson í HB, Ásbjørn og Jóhan V. Gunnarsson í B36, Kristoffur Jacobsen í KÍ og Christian R. Mouritsen í Manchester City. Málverjumøguleikar eru nógvir. Eitt nú Gunnar Nielsen í Frem, Tórður Thomsen í NSÍ, Mathias Samuelsen í KÍ, Trygvi Askham í FSV04 og Símun Rógvi Hansen í B71. Nógvir av hesum luttóku á fyrstu venjingarleguni hjá U21, sum var í vikuskiftinum 23. til 25. mars.

Sera stórt virksemi
Eini hundrað ungir føroyingar skulu í ár umboða Føroyar á unglingalandsliðum. Á mannfólkasíðuni eru umframt U21 eisini U19, U17 og U15 og á kvinnusíðuni er U19 landslið.
- Møguleikin fyri stórtapi lúrir altíð. Í norðurlendskum høpi hava úrslitini seinastu árini í flestu førum verið á einari leið. Viðhvørt fáa vit stig, ofta skora vit mál, og tað kemur sjáldan fyri, at vit tapa nógv. Tá ið U21 landsliðið fer at spæla móti Italia, Grikkalandi og Kroatia verður mótstøðan á hægsta støði. Ivaleyst høvdu hesi liðini eisini vunnið á okkara a-landsliði. Móti Albania og Aserbadjan hevði eg roknað við, at mótstøðan fór at líkjast tí, tá ið vit við eitt nú U17 og U19 hava spælt ímóti brøðratjóðum okkara, sigur Bill Jacobsen.
U19 landsliðið skal í oktober til Bulgaira at spæla EM undankapping ímóti Danmark, Turkalandi og Bulgaria.
U17 landsliðið skal spæla NM kapping í vikuni eftir Ólavsøku. Í oktober skal liðið til Týsklands, har mótstøðuliðini í EM undankappingarbólki verða Týskland, Rumenia og Svøríki.
U15 landsliðið fer í juli at luttaka í óformligari fótbóltskapping í Aberdeen.
U19 kvinnurnar skulu síðst í september spæla í EM undankappingarbólki í Litava. Mótstøðulondini verða Spania, England og Litava.