Tað hevur leingi verið greitt, og á Ólavsøku varð tað sligið rimmar fast. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi hava verið besta kappróðrarmanningin í hesum róðrarárinum.
Um nakar hevði verið í iva, so mundi ivin rudduliga verða ruddaður á Havnarvág mikudagin. Jarnbardur hevði góðan start. Lómur av Argjum royndi eina løtu at hanga uppií, men hálvi skuturin gjørdist skjótt til heilan skut, og so var spurningurin bara, hvør fór at vinna næstfremsta plássið.
Jarnbardur fór spakuliga frá hinum bátunum. Framvið Molanum øktist munurin aftur til teir næstu til eina bátslongd, og Jarnbardur hevði verið gott og væl leysur av hinum, tá ið hann kom á mál. Tá var munurin ein bátslongd.
Páll Fangi hevur við undantaki av einari kapping átt næstfremsta plássið. Hesa ferð ætlaðu tær úr Klaksvík at fáa bilbukt við Jarnbardi. Men Páll Fangi fekk einki serligan start. Tær vóru á fjórða plássinum, aftanfyri Lóm og Sølmund. Hesin síðst nevndi misti luftina, tá ið hálvur teinurin var rógvin.
Á Molanum hevði Páll Fangi longu givið fyrstu ábendingarnar um, at tær ætlaðu sær meiri enn fjórða plássið. Í handavend tók Páll Fangi seg fram á næstfremsta plássið, og eina løtu tóktist tað sum um, at tað skuldi hepnast teimum at fara eftir Jarnbardi. Páll Fangi fekk um róðrið á Jarnbardi, men so settu tær umborð á Jarnbardi meiri á aftur, og harvið vístu tær Pálli Fanga durðafjórðingin.
Framvið Molanum var fjarstøðan frá Jarnbardi og til Páll Fanga umleið tann sama, sum hon var frá Páll Fanga og aftur til fleiri av hinum. Kappingin um bronsuplássið var rættuliga tøtt. Báðir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag ? Gongurólvur og Víkingur ? høvdu hug at bjóða av, men tá ið alt kom til alt, so komu bátarnir á málið í tí røðini, sum teir eisini endaðu FM kappingina upp við. Men munurin frá bronsuplássinum og aftur til fimta plássið var lítil og eingin.
Jarnbardur var sannførandi vinnari, og so er spurningurin, um tær fara at taka eitt tørn afturat. Eftir ólavsøkuróðurin eru tað ivaleyst fleiri umborð á Jarnbardi, sum tað eisini eru umborð á so nógvum øðrum bátum, ið hava besta hugin at gevast. Men tað er ikki altíð, at meiningin og ætlanirnar eru tær somu eftir ólavsøkuróðurin, sum tær eru, tá ið jól og nýggjár eru farin.
Í hesum árinum hava tær umborð á Jarnbardi síðani stutt eftir ársskiftið nýtt ógvuliga nógva orku og tíð upp á venjingar og kappingar. Ólavsøkuaftan stóðu tær sum einasta manningin í hesum róðrarárinum, sum eingin hevði megnað at vunnið á. Eingin hevur verið sum Jarnbardur!
Hetta var áttanda ferðin, at Jarnbardur við kvinnum gjørdist meistari. Tær hava verið meistarar í 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002 og so aftur nú í 2004.