Kypriotar hava júst sett botnmet

Fyri tveimum mánaðum síðani var kypriotiska landsliðið so langt niðri á styrkislistanum hjá FIFA, sum teir ikki hava verið seinastu ellivu árini.

Ilt er at meta um kypriotiska landsliðið. Á styrkislistanum hjá FIFA er liðið í løtuni nummar 101, og er næstan tað lægsta, ið Kypros nakrantíð hevur ligið á listanum. Botnmetið settu teir í august mánaði, tá ið teir lógu nummar 104. Hinvegin vóru teir væl hægri uppi á listanum fyri fimm árum síðani, tá ið Kypros lá nummar 58 á styrkislistanum, sum er besta styrkismetingin hjá teimum nakrantíð. Samanbera vit við okkara egna landslið, so liggja Føroyar í løtuni sum nummar 135, meðan besta styrkismetingin, ið vit nakrantíð hava havt, er nummar 104. Botnmetið hjá føroyingum er nummar 139.

Fingu góða úrtøku í bólkaspælinum til EM
Tá ið spælt varð um at sleppa til EM-endaspælið í Portugal, fekk Kypros heilt góð úrslit, og liðið fekk átta stig. Móti Malta vann Kypros bæði á heimavølli og útivølli 2-1, og tá ið slovenar vitjaðu á Kypros endaði tað við javnleiki 2-2, og ísraelar fingu eisini bara javnleik, 1-1, tá ið teir vitjaðu frítíðaroyggina. Kypros var eisini í bólki saman við Fraklandi tá, og tá ið fraklendingar vitjaðu á Kypros, megnaðu teir akkurát at toga ein 2-1 sigur í land.
Fyrr í ár tók Kypros eisini lut í einari kapping á heimavølli, og tá vunnu teir eitt nú 3-1 á Georgia og 2-1 á Kazakhstan. Í teimum báðum dystunum, sum Kypros hevur spælt í bólki 4 í HM-undankappingini higartil, hevur tað tó ikki eydnast teimum at fáa nakað burturúr.

Nógvir ungir leikarar á veg
Stór útskifting hevur verið á kypriotiska landsliðnum seinastu árini. Kypros hevur havt eitt sera sterkt U21-landslið síðstu árini, og kypriotiski landsliðsvenjarin, jugoslavin MomciloVukotic, hevur tikið fleiri av ungu monnunum upp á A-landsliðið og givið teimum møguleikan. Hetta hevur fingið øði í onkran av eldru leikarunum, at teir hava verið noyddir til at víkja fyri yngri kreftum. og eitt nú hevur miðvallarin, Michael Chrysostomos úr Apoel FC, trekt seg úr kypriotiska landsliðshópinum, tí at hann er ikki nøgdur við at verða eykamaður.
Tað hevur verið arbeitt dúgliga við heimligu kappingini á Kypros seinnu árini, so at fleiri ungir kypriotiskir leikarar sluppu framat. Fyri okkurt um 10-15 árum síðani var tað ein sera stórur partur av leikarunum í kappingini á Kypros, sum vóru útlendingar, og tað var ógvuliga striltið hjá ungum kypriotum at sleppa framat. Nú hevur so verið arbeitt miðvíst við at menna ungdómsarbeiði, og tað hevur víst seg at geva góð úrslit, tí ein alsamt vaksandi partur av leikarunum í kypriotisku kappingini eru kypriotar.
Teir flestu av leikarunum á landsliðnum hjá Kypros spæla eisini í heimligu kappingini, men nakrir fáir royna seg í grikskum fótbólti hjá so mikið kendum liðum sum Olympiakos, Panathinaikos, AEK Athen og PAOK Saloniki.