Fótbóltur
Hóast aktuellu støðuna sum botnproppur í Formula-deildini, so hevði VB/Sumba ongan hug at geva seg yvir, tá teir spældu hálvfinalu móti meistarunum úr HB.
HB hevur í sínum lag verið í einum aldudali, og fyri ein part var eisini sjónligt, at liðið enn ikki er komið úr hesum.
Tí hóast HB hevði bóltin nógv meira, so megnaði VB/Sumba fleiri ferðir at skapa vandastøður framman fyri reyð/svarta málið. Við altíð vandamikla Birgiri Jørgensen og væl upplagda Jón Krosslá Poulsen var HB-verjan fleiri ferðir um ein háls, tá gestirnir royndu seg við djúpum sendingum aftur um verjuna. Tíðliga í dystinum slapp Birgir eisini einsamallur avstað, men tá hann úr spískum lirkaði bóltin inn um Trónda Vatnhamar, sum hesa ferð vardi HB-málið, fekk Hans á Lag ruddað burtur á sjálvandi málstrikuni.
Hetta tóktist vera neyðuga ávaringin til HB, men tá teir so líðandi fingu lagt massivt trýst á gestirnar, svaraðu hesir brádliga aftur. Aftur var tað Birgir Jørgensen, og hesa ferð var eingin at bjarga HB, tá frísparksinnleggið hjá Ble varð stútað í kassan.
Kundu økt
Tað var vátur vøttur at fáa hjá HB, og tað skuldi eisini gerast verri. Eitt misnýtt brotsspark frá Jákupi á Borg bara økti um trýstið, og tá Birgir Jørgensen var sentimetrar frá at økja í næsta VB/Sumba-álopinum, mundi hjartað hjá teimum flestu í reyð/svarta skýlinum fara í hálsin.
Og fyrsta korterið av seinna hálvleiki var ikki stórt mætari. Hóast HB framvegis hevði stórt trýst, so sást ein ávísur ótryggleiki forplanta seg gjøgnum liði. Støður, at hann menn í splitsekundum ivast um sína uppgávu gjørdust alt meira vanligar, og slíkar kunnu væl og virðiliga skapa vandastøður.
Møðin hjá gestunum, sum fyri tað nógva runnu aftaná, gjørdist tó alt meira eyðsýnd. Og tá Suni úr Hørg fekk sítt seinna gula kort, eftir at hann hálaði mótstøðumann niður, var hetta helst byrjanin til endan. Eitt gleps var tó eftir í skjúttuni, tá Birgir stútaði framúr innlegg frá Jón Krosslá í síðunetið, men so var liðugt.
Minuttin eftir javnaði Milan Kuljic við beinleiðis frísparki, og við málum frá Christian Høgna Jacobsen og Ólavi í Ólavsstovu slapp HB sær undan fleingjuni, sum heilt vist vildi bíðað, um úrslitið ikki var ein sigur.
Leiðslan eigur á pappírinum at vera nóg mikið til at tryggja finalusessin, men greið tekin eru enn um, at liðið ikki hevur vunnið seg heilt úr aldudalinum. Og tað verður neyðugt komandi vikurnar. Umframt seinnu hálvfinalurnar hevur HB tá eisini útidystir móti NSÍ og KÍ, áðrenn teir hava heimavøll móti grannunum úr B36. So skal sigursvanda felagið aftur í ár spæla við í oddinum, er tað nú, at spælararnir skulu prógva hetta.