línuskip koma inn at landa í næstu viku, og tey vænta eisini, at nakað verður av útróðri. - Vit rokna við, at eitt línuskip, sum hevur fiskað í íslendskum sjógvi, kemur heim at landa í vikuni sum kemur. Skipið [...] línuskip eru væntandi undan Føroyum. Hesi hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Aftrat hesum fiskar eitt frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og eitt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi. - Streymurin [...] Streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður gott, og vit vænta, at tað verður nakað av útróðri, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Á triðja sinni í ár verður sendingin "Bátaradio" á Rás2. Sum vanligt verður maðurin, sum kennir bátafólkið í Føroyum so væl, Vilmund Jacobsen reportari. Í morgin sendir Rás2 Bátaradio í samband við, at [...] tað er Bátahugni í Hvalvík. Sendingin byrjar klokkan 13.30. Tá liggur bátafylgið uttanfyri Selatrað, og fer Vilmund Jacobsen at fylgja bátunum av Selatrað til Hvalvíkar. Á bryggjuni í Hvalvík fer Vilmund [...] Vilmund Jacobsen at práta við nógv ymisk fólk, sum eru til bátahugna í Hvalvík. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Í Sundalagnum og Kollafirði hoyrist Rás2 á FM 95,9, og annars á FM 88,7 og á FM 98
Rækjutrolarin, Arctic Viking, er eysturi í Barentshavinum, og manningin fer at eta dunnu í kvøld klokkan 18.30. - Tá leggja vit stilt, eta jóladøgurðan og deila út jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum [...] Petersen. Hann leggur aftrat, at heima hevur konan syrgt fyri jólagávunum. - Vit fóru úr Føroyum 14. desember og byrjaðu í russiskum sjógvi; her var steinoyði. Vit sluppu ikki, har rækjurnar eru fyri myndugleikunum [...] Petersen sigur, at teir tískil máttu sigla um hetta vælsignaða russiska tjekkpunktið tvær ferðir. - So, í staðin fyri at sigla 40 sjómíl, noyddust vit at sigla fleiri ferðir tað - ja, trúgv tí, hvør ið vil
føroyingar eru sjáldsamir í so máta, at teir lata seg pent í, tá ið teir skulu út at ferðast. Tað má sigast, at hesin kundin hjá Atlantic Airways er einki øðrvísi í so máta. Tí í gjár kom tjóðbúnin við umborð [...] m Williami í gjár. Hann elskar at ferðast, og hvørja ferð, hann fer á flog, letur hann seg í føroysku klæðini. Er hann ikki fínur, skrivar Atlantic Airways á Facebook síðuni hjá felagnum í dag. Torbjørn [...] Torbjørn er her avmyndaður í stýrhúsinum saman við versoninum, Jóan Paula Olsen, og flogskiparunum Rúna Højgaard og Jóhan Vágadal á veg heim til Føroyum.
Niðurlendski bólkurin Focus vitjaði í Føroyum fyri eini tveimum árum síðani, og gjørdust hugtikinir - serliga av hølunum í Reinsarínum í Havn, og vildu fegnir sleppa aftur hendavegin. Og 28. oktober fer [...] sent føroyingum eina videiheilsan, nú ferðin og framførslan nærkast. Focus hevur sín uppruna fyrst í 70’unum, tá progressivi rokkurin fór sína sigursgongd runt knøttin. Stór jodlaran, urguleikaran og [...] øll munnu eisini minnast hittini “Hokus Pokus”,”House of the King” og “Sylvia”, ið regluliga ljómaðu í kjallara- og loftskømurum hjá tannáringum hesa tíðina.
Í morgin, fríggjadagin tann 8. september, verður Ítróttarsamband Føroya vertur fyri ráðstevnuni Nordic Meeting 2017, sum verður í døgunum frá 8. til 10. september á Hotel Føroyum. Á ráðstevnuni hava londini [...] um ítróttaliga arbeiðið, við serligum atliti til ítróttin í norðurlendsku tjóðunum. Nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd, eru doping, javnstøða í ítrótti, matchfixing og nýggjar ítróttargreinar, sum tildømis [...] Danmark, Svøríki, Áland, Finnland, Ísland, Grønland og Føroyar. Ráðstevnan verður hildin hvørt ár, og í ár eru tað altso Føroyar, sum hava heiðurin at vera vertstjóð.
at landa fyrst í næstu viku. Skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi og hevur eina blanding av toski, brosmu og kongafiski. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fýra línuskip í løtuni eru til [...] kemur inn at landa í næstu viku. Lagt verður aftrat, at bara eitt av frystilínuskipunum er til fiskiskap í løtuni. - Streymurin harðnar út á vikuna sum kemur, og veðrið verður heldur ikki nakað serligt [...] til fiskiskap undir Føroyum. Tey fiska longu og brosmu. Eitt línuskip er eisini á Íslandsrygginum, sum fiskar tosk og svartkalva. Øll eru nýliga byrjaði túr, og tí er ivasamt, um nakað av hesum skipum kemur
Óli Mortensen, sum júst er kosin til ársins svimjara í Føroyum, skal í morgin og ovurmorgin luttaka í altjóða kappingini Mare Nostrum 2018, sum er í katalanska býnum, Barcelona, skrivar svimjing.com. Óli [...] seta fleiri met á FM í langgeil í Páls Høll um vikuskiftið, skal luttaka í 400m og 800m frí. Hann hevur luttikið í kappingini fleiri ferðir fyrr, millum annað var hann eisini við í fjør, har hann luttók [...] Alva Hjelm. Havnarmaðurin hevur sett sær stór mál. Størsta málið er at røkka OL luttøku í 2020. Hann venur til dagligt í Danmark, har hann eisini hevur gjørt um seg á longri teinunum. Til ber at fylgja við
eisini: B36 er favorittur Birkirkara, sum bleiv nummar fýra í heimligu kappingini síðsta kappingarár, var ikki við í evropeiskum fótbólti í fjør, men fyrraárið vunnu teir bæði á bosniska Siroki Brijeg [...] Birkirkara og KÍ verður spældur á Malta komandi hóskvøld, 28. juni. Eina viku seinni er returdystur í Føroyum. [...] KÍ spælir um eina viku undanumfar í Europa League. Mótstøðuliðið er Birkirkara av Malta, og fyrri dysturin verður spældur á útivølli. Sambært oddsum hjá veddingarfyritøkum, so er KÍ undirmett til tann
Myndugleikarnir í Føroyum taka nú stig fyri at verja børnini betur. Tað boðar Uttanríkis og Vinnumálaráðið nú frá. Í hesum sambandi er ískoytið til Barnarættindasáttmálan hjá ST, um at basa barnasølu, [...] barnaskøkjulevnaði og barnapornografi, nú sett í gildi fyri Føroyar. Løgtingið samtykti í 2013, at Føroyar skuldu vera fevndar av ískoytinum og tað er nú sett í gildi. Hetta sáttmálaískoytið áleggur føroyskum [...] hevur staðið fyri arbeiðnum at seta sáttmálin í gildi fyri Føroyar, men tað eru Almannamálaráðið, og onnur aðalráð, sum skulu tryggja at sáttmálin verður framdur í verki, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið